26. mars kl 13.00 skipar Vinnuhúsið fyri kunningartiltaki um broytingarnar í Ársoknskapar- og partafelagslógini á Hotel Føroyum. Harumframt verður eisini kunnað um nýggju lógina um hvítvasking og fyribyrging av yvirgangsvirksemi
Vinnufelagslóggávan var í 2008 dagførd. 1. januar 2008 kom nýggj partafelag-, smápartafelag- og ársroknskapar-lóg í gildi í Føroyum. 1. juli 2008 varð lóg um hvítvasking og fyribyrging av yvirgangsvirksemi sett í gildi fyri Føroyar.
Í hesum sambandi skipar Vinnuhúsið fyri einum kunningartiltaki um høvuðsbroytingarnar í ávísum lógum.