Kunningartiltak fyri lærupláss

04. mai. 2009 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Hevur tú lærlingar? Ella ætlar tú at seta lærlingar? Vinnuhúsið skipar fyri tiltakið til tín.

Mánadagin 18. mai skipar Vinnuhúsið fyri kunningartiltaki um, hvat er galdandi fyri lærupláss, hvønn leiklut læruplássið hevur, og hvønn leiklut skúlin hevur.
Á kunningartiltakinum fara Eyðun Gaard, leiðari Yrkisdeplinum, Jákup Jacobsen, rakstrarleiðari hjá P/F LM Electric og Rúni Heinesen, stjóri á Tekniska Skúla í Klaksvík at luttaka.
Tiltakið er ætlað starvsfólki við ábyrgd av lærlingum á verandi og komandi læruplássum.
Tiltakið verður kl. 13.00 – 15.30 tann 18. mai á Hotel Føroyum og kostar 300 kr. fyri limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag og undirfeløgum tess, og 500 kr. fyri ikki-limir.
Melda til tiltakið her.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya