Verjan

Kunningartiltak: Gerst veitari til verjuna

23. september. 2024 | Tiltak

Vinnuhúsið bjóðar limunum í Føroya Arbeiðsgevarafelag til kunnandi tiltak í samstarvi við Forsvarsministeriets Materiel- og Indkøbsstyrelse (FMI) og Forsvarets Ejendomsstyrelse (FES).

Tiltakið verður 1. oktober á Hotel Hilton Garden Inn kl. 09.00, har føroyskar fyritøkur fáa møguleika at hoyra um, hvussu tær kunnu gerast veitarar til verjuna. Í ferðalagnum sum kemur til Føroya, eru umboð frá bæði FMI og FES, og á skránni verða spennandi framløgur innan verjuøkið, ið fara at viðgera millum annað:

    • Hvussu føroyskar fyritøkur kunnu gerast veitarar til verjuna
    • Veitingartrygd og mannagongdir í samband við innkeyp hjá verjuni
    • Verkætlanir, sjónarmið og samstarv innan verjuøkið.
    • Kunning um serligar demografiskar og landafrøðiligar umstøður í Føroyum, og um verkætlanir hjá FES í Arktis

Tiltakið er eitt gott høvi hjá føroyskum fyritøkum at fáa innlit í verjuøkið, og eftir tiltakið verður gott høvi at netverka og knýta sambond.

Tiltakið, ið er fyri limum, er ókeypis, men neyðugt er við tilmelding sum fer fram við at senda teldupost til industry@industry.fo í seinasta lagi fríggjadagin 27. september kl. 12.00.

Annað á breddanum

  1. Játtanarkarmarnir mugu seta útreiðslusíðuna í miðdepilin

    Nú játtanarkarmarnir fyri 2026 skjótt verða lagdir fyri Løgtingið, eigur dentur at verða lagdur á afturhaldni á útreiðslusíðuni og á nýskipanir, sum kunnu effektivisera almenna geiran

    11. Mars. 2025
    6W3A0235
  2. Nýtt undirvísingartilfar um burðardygd í byggivinnuni

    Føroya Handverksmeistarafelag fegnast um, at undirvísingartilfarið Skills4Reuse nú er tøkt á føroyskum

    10. Mars. 2025 | Handverk og ídnaður
    Fm Fyri Handverk
  3. Framløgurnar frá Aliráðstevnuni nú tøkar

    Framløgurnar frá Aliráðstevnuni, sum varð hildin í februar, eru nú tøkar á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum

    10. Mars. 2025 | Havbúnaður
    G1A4363