Føroya Arbeiðsgevarafelag skipar fyri kunningarfundi á Seglloftinum á Tvøroyri kl. 09.00 mikudagin um verkfallið.
Kunningarfundurin er fyri limum í Føroya Arbeiðsgevarafelagi.
Kunnað verður millum annað um gongdina í samráðingunum, krøvini, sum vórðu handað og praktisk viðurskifti í sambandi við verkfallið. Eisini hava limir høvi at seta spurningar.