Fríggjadagin í farnu viku var kunningartiltak í Vinnuhúsinum um handil við EABS-londini. Tiltakið varð hildið Í sambandi við, at Poul Michelsen, landsstýrismaður, og Tatiana Valovaya, ráðharri í EABS kommissiónini, undirritaðu semjuskjal um at betra handilsviðurskiftini millum Føroyar og EABS.
Tatiana Valovaya greiddi á kunningartiltakinum frá um EABS, sum er eitt búskaparligt samveldi við innara marknaði, og sum harafturat regulerar ytri handilsviðurskiftini hjá samveldinum. Eisini greiddi hon frá um búskapin í ymisku limalondunum í EABS. Hon helt góðar møguleikar verða hjá føroyskum fyritøkum at innflyta vørur úr EABS, og mælti føroyskum fyritøkum, sum eru áhugaðar í at samhandla við fyritøkur í EABS, til at luttaka í EABS handilsdøgunum Eurasian Week , sum verða hildnir í oktober á hvørjum ári. Í ár verður tiltakið hildið 22.-24. oktober í Yerevan, Armenia.
Í framløgu sínari vísti ráðharrin á ta vantandi javnvágina í samhandlinum millum Føroyar og EABS, har Føroyar útflytir nógv meira enn tað innflytir. Harumframt samhandla vit í løtuni so at siga einans við Russland.
Á kunningartiltakinum greiddi Bjørn Kunoy við støði í sínum royndum sum sendimaður í Moskva eisini frá um møguleikarnar at samhandla við EABS.
Fakta: EABS fevnir um londini Russland, Hvítarussland, Kasakstan, Kirgisia og Armenia. Búskaparliga samveldið fevnir um uml. 183 mió fólk við einum samlaðum BTÚ á uml. 2 billiónir USD.
Les eisini: Semjuskjal undirskrivað millum Føroyar og Eurasiatiska búskaparsamveldið