Hósdagin 11. apríl kl. 14.30 verður heimleiðistiltak í Vinnuhúsinum um handils- og uttanríkisviðurskifti.
Á tiltakinum fara fólk frá uttanríkistænastuni at greiða frá um virksemið á sendistovum Føroya úti í heimi, nýggjasta um Brexit og um aktuellu samráðingarnar um fríhandil og veterinerar avtalur við ymisk lond og felagsskapir. Eisini fara tvey fólk úr vinnuni at greiða frá um teirra royndir og avbjóðingar í s.v. samhandil millum Føroyar og útheimin.
Skráin fyri tiltakið er henda:
14.30 Vælkomin | Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, og Gunnar Holm-Jacobsen, deildarstjóri á uttanríkistænastuni |
14.45 Tvey vinnufeløg greiða frá um teirra royndir og avbjóðingar í s.v. handil við útlandið | Suni Justinussen, stjóri á JT Electric Pól í Skorini, søluleiðari á Pelagos |
15.10 Nýggjasta um Brexit | Áki Johansen |
15.20 | Steðgur |
15.35 Sendifólkini greiða frá um virksemið á sendistovunum | Petur Petersen, sendimaður í Íslandi Elin Mortensen, sendikvinna í ES Áki Johansen, sendimaður í Stóra Bretlandi Sigmundur Isfeldt, sendismaður í Keypmannahavn |
16.05 Gongdin í handilssamráðingunum við ymisk lond og felagsskapir | Gunnar Holm-Jacobsen, deildarstjóri á uttanríkistænastuni |
16.15 Liðugt |
Broytingar kunnu verða gjørdar í skránni.