Kunningartiltak um lønarhagtøl

04. november. 2019 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Hagstova Føroya er, saman við Føroya Arbeiðsgevarafelag og fakfeløgum, farin undir nýggja almenna hagtalsframleiðslu, sum nágreinar løn og arbeiðstíð hjá føroysku løntakarunum. Framleiðslan er ment í samstarvið við arbeiðsgevarafeløg og fakfeløg. Mikudagin 13. november kl. 15:00 verður kunnandi fundur í Vinnuhúsinum við Kári Holm Johannesen, leiðari á hagdeildini.

Hagtølini skula m.a. geva okkum vitan um hvussu nógv føroyski løntakarin arbeiðir og hvør kostnaðurin av einum arbeiðstíma er.

Hagtalsframleiðslan er raðfest á Hagstovu Føroya eftir felags ynski frá arbeiðsgevarafeløgum, fakfeløgum, granskingarmyndugleikum og politiska myndugleikanum.

Krav verður í hesum sambandi sett føroyskum arbeiðsgevarum, ið brúka lønarskipan, um at upplýsa arbeiðstíð, lønarpartar og aðrar viðkomandi upplýsingar um teirra løntakarar. Hetta krevur dagføring av lønarskipanini, ið skal gerast saman við KT-veitaranum. Á fundinum verður greitt nærri frá broytingum í lønarskipanum, og um hvussu hetta fer at ávirka arbeiðsgevarar.

Feløgini, ið hava staðið saman um og stuðla verkætlani eru: Føroya Arbeiðsgevarafelag, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, Heilsurøktarafelag Føroya, Starvsmannafelagið, Føroya Lærarafelag, Heilsuhjálparafelag Føroya, Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Føroya Tekniska Lærarafelag, Fysioterapeutfelag Føroya, Ergoterapeutfelagið, Landsfelag Handverkaranna, Maskinmeistarafelagið og YTF.

Tiltakið er alment, og øll eru hjartaliga vælkomin.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya