Kunningartiltak um uppskot til broytingar í vinnufelagslógini

09. november. 2015 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Fríggjadagin 20. november kl. 14.00 – 16.00 verður kunningartiltak í Vinnuhúsinum.

Í løtuni er uppskot um broytingar í Vinnufelagslógini og fylgibroytingar í øðrum lógum til hoyring.

Broytingarnar í vinnufelagslógunum eru umfatandi og tískil bjóðar Føroya Arbeiðsgevarafelag til kunnandi tiltak, har greitt verður frá týdninginum av hesum broytingum.

Sørin Pram Sørensen, løgfrøðiligur ráðgevi í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, hevur framløgu um lógarbroytingarnar sum fyriliggja, og luttakarar kunnu eisini seta spurningar.

Endamálið við broytingaruppskotunum er:

  • At føroyskur vinnufelagarættur skal vera altjóða kappingarførur soleiðis, at tað ikki verða sett strangari krøv í Føroyum enn í øðrum londum
  • At tað skal verða lættari at stovna vinnufyritøkur við avmarkaðari ábyrgd
  • At minka umsitingarligu byrðarnar innan fyri vinnufelagsrættin við tí fyri eyga at einfaldgera vinnutreytirnar fyri føroysk kapitalfeløg
  • At tað verður ein meira javnbjóðis umboðan av kvinnum og monnum í teimum størru føroysku vinnufyritøkunum
  • At tryggja at Føroyar í mest møguligan mun kunnu lúka krøv í altjóða samstarvi um skattaviðurskifti, heruppií at skattamyndugleikarnir kunnu fáa innlit í eigaraupplýsingar viðvíkjandi handhavapartabrøvum, tá eigaraparturin er minni enn 5%
  • At útvega heimild til at krevja, at alt viðkomandi skrivligt samskifti millum fyritøkur og myndugleikar fer fram talgilt
  • At eggja fyritøkum og íleggjarum til at taka støðu til samfelagsábyrgd

Tiltakið er ókeypis og verður í Vinnuhúsinum á Óðinshædd 7, Tórshavn.

Til ber at síggja uppskot til lógarbroytingarnar her.

Tilmelding
Tilmelding fer fram við at senda teldupost til industry@industry.fo innan hósdagin 19. november 2015 kl. 12.00. Minst til at viðmerkja navn, fyritøku/stovn og teldupostbústað.

Annað á breddanum

  1. Aðalfundur í Handilsvinnufelagnum

    Skráin fyri aðalfundin er sambært viðtøkum felagsins

    22. Apríl. 2025 | Handilsvinna
    IMG 0559 (1)
  2. Eina skipan fyri burturkastøkið

    Gevur tað veruliga meining, at eitt lítið land sum okkara hevur tvær sjálvstøðugar skipanir? Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at tíðin er komin at samskipa burturkastskipanina í eina felags skipan

    22. Apríl. 2025
    Affald
  3. Frítíð skal leggjast til rættis í góðari tíð

    Tað er skilagott at leggja ætlanir fyri summarfrítíðina til rættis á arbeiðsplássinum longu nú

    22. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Depositphotos 272277916 Xl