Uttanríkis- og vinnumálaráðið boðaði fríggjadagin frá, at “Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, fer at standa á odda fyri føroyska sendiliðnum, har ið eisini umboð fyri Vinnuhúsið og føroyskar fyritøkur luttaka.” Ferðin verður 31. oktober til 4. november, og verður samskipað av Uttanríkis- og vinnumálaráðnum og Vinnuhúsinum.
Í tí sambandi skipar Vinnuhúsið hósdagin 22. september 2016 kl. 15.00 fyri kunnandi tiltaki um vinnuferðina. Kunningartiltakið fer í høvuðsheitum at snúgva seg um ætlanina við ferðini, royndir, ið føroyingar hava havt við Kina fyrr, eitt sindur um kinesiska mentan umframt annað viðkomandi.
Arbeitt verður í løtuni við at fáa skránna fyri vinnuferðina uppá pláss. Miðað verður eftir, at luttakandi fyritøkurnar fáa høvi at mynda vinnuliga partin av skránni, um tær hava áhuga fyri tí.
Fyritøkur, sum eru áhugaðar at vera við á handilsferðini, kunnu eisini seta seg í samband við Vinnuhúsið.
Kunningartiltakið er ókeypis, men áhugað vera biðin at boða frá luttøku á industry@industry.fo í seinasta lagi mikudagin 21. september.