Kunnandi tiltak í sambandi við vinnuferðina til Kina 2016 í Vinnuhúsinum 22. sept. 2016 kl. 15.00.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið hevur boðað frá, at “Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, fer at standa á odda fyri føroyska sendiliðnum, har ið eisini umboð fyri Vinnuhúsið og føroyskar fyritøkur luttaka.” Ferðin verður 31. oktober til 4. november, og verður samskipað av Uttanríkis- og vinnumálaráðnum og Vinnuhúsinum í felag.
Í tí sambandi skipar Vinnuhúsið hósdagin 22. september 2016 kl. 15.00 fyri kunnandi tiltaki um vinnuferðina. Her er skráin fyri tiltakið:
Skrá
15.00 Vælkomin - Poul Michelsen, Landsstýrismaður
15.10 Kina og Føroyar - Jóhanna Magnusardóttir, Vinnuhúsið
15.20 Eitt sindur um kinesiska mentan - Dávid Fossdalsá, Vinnuhúsið
15.30 Rúni og Eyðvør Berg frá Teymavirkinum koma at greiða frá teirra virksemi í Kina
16.00 Steðgur
16.20 Útflutningstøl og leiðbeining til útflutning - Niels Winther, Vinnuhúsið
16.30 Vinnunevnd á ferð í Kina 2014 og fyribils skrá fyri Vinnuferðina til Kina í 2016 - Sigmundur Ísfeld, Uttanríkis- og Vinnumálaráðið
16.40 Praktisk kunning - Jóhanna Magnusardóttir, Vinnuhúsið
16.50 Spurningar og samanumtøka
17.00 Liðugt
GG. broytingar í skránni kunnu vera gjørdar undan tiltakinum.
Fyritøkur, sum eru áhugaðar at vera við á handilsferðini, kunnu eisini seta seg í samband við Vinnuhúsið. Miðað verður eftir, at luttakandi fyritøkurnar fáa høvi at mynda vinnuliga partin av skránni, um tær hava áhuga fyri tí.
Kunningartiltakið er í Vinnuhúsinum á Óðinshædd 7 í Tórshavn. Tiltakið er ókeypis, men áhugað vera biðin at boða frá luttøku á industry@industry.fo í seinasta lagi mikudagin 21. september 2016.