Kveik.fo flytur til Vinnuhúsið

16. mai. 2011 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Kveik.fo er latin Vinnuhúsinum til ognar.

Kveik.fo lat upp hin 10. apríl 2007 undir yvirskriftini: Rætti maðurin er ofta ein kvinna!
Endamálið var, at Kveik skuldi gera tað lættari hjá teimum, sum taka avgerðir og útvega fólk, at fáa eyga á kvinnur við dyggum førleikum. Ein snarvegur at gera kvinnuliga tilfeingið í okkara samfelag sjónligt og lætt atkomandi.
- Tá varð áhaldandi sagt, at kvinnur ikki høvdu hug, at bjóða seg fram, og at tað var orsøkin til, at so fáar kvinnur vóru í vinnulívinum, nevndum, álitisstørvum og so frameftir. Men sjálvar trúðu og trúgva vit framvegis, at ein orsøk til, at kvinnurnar eru sera fáar í eitt nú privatum nevndum er, at tær ikki eru eins lættar at fáa eyga á, tá leitað verður eftir fólki við røttu førleikunum. Tær kvinnur, sum valdu at skráseta seg á Kveik.fo valdu soleiðis at vísa sínar førleikar fram, og á henda hátt gera vart við, at tær eru har, og eru áhugaðar í at fáa tilboð um nevndarsessir, álitisstørv v.m., siga stigtakararnir.
Víðari menning av Kveik
Ætlanin við Kveik.fo var frá byrjan, at heimasíðan við tíðini skuldi mennast víðari til eina meira fjølbroytta heimasíðu/dátugrunn, sum eisini kundi nýtast til onnur endamál. Fyri at røkka hesum var tó neyðugt at fáa Kveik kjølfest hjá einum eigara, sum hevði áhugan, førleikarnar og motivasjónina at standa fyri víðari menningini. Leita hevur tí verið í eina tíð at finna røttu arvtakararnar til Kveik.fo.
- Valið er fallið á Vinnuhúsið/Føroya Arbeiðsgevarafelag, tí vit meta, at hetta er eitt felag, sum hevur førleika og orku at menna síðuna víðari. Harumframt hevur Vinnuhúsið játtað, at hóast síðan verður broytt, og menninir skjótt sleppa uppí part, so verður tað framvegis einfalt at finna skikkaðar kvinnur, og á tann hátt verður andin í upprunaliga Kveik varðveittur, siga stigtakararnir, sum í dag avhendaðu Kveik til Vinnuhúsið.
Nýggj útgáva í summar
- Tað er altíð ein tørvur á vælskikkaðum kvinnum og monnum til álitisstørv í vinnuni. Tí hevur Vinnuhúsið átikið sær at veita hesa tænastuna og at røkja og menna heimasíðuna www.kveik.fo. Ímóti sumri kemur ein dagførd útgáva av Kveik, sigur Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, sum nú eigur dátugrunnin.
Kveik var eitt sjálvboðið átak, sum Janet Fríða Johannesen, Gunvør Balle og Bjørt Samuelsen tóku stig til. Átakið varð fíggjað av ymiskum stuðlum, har Tryggingarfelagið Føroyar hevur verið høvuðsstuðul. Á leið 350 kvinnur hava skrásett seg við førleikum og royndum á Kveik.fo, og hagtølini vísa, at tað javnan verður leitað í profilunum.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya