Kvinnur við barn eiga at vera líka stillaðar, men ikki betur stillaðar

15. juni. 2010 | Áskoðan

Tíðindini hjá Kringvarpinum í gjárskvøldið vístu bara eina síðu av málinum viðvíkjandi rættindum hjá kvinnum við barn ella í barnsburðarfarloyvi.

Í tíðindunum hjá Kringvarpi Føroya í gjárskvøldið kl. 18.00 varð sagt, at danskir arbeiðsgevarar vilja sleppa at siga kvinnur við barn ella í barnsburðarfarloyvi úr starvi.
Hetta er ikki heilt rætt. Spurningurin donsku arbeiðsgevararnir fingu í kanningini hjá KPMG var: ”I en fyringsrunde skal gravide til enhver tid skånes, uanset hvilken stilling de har, og hvor godt de udfører den.”
Um líknandi kanning varð gjørd í Føroyum, hevði svarið helst verið hitt sama – arbeiðsgevarar ynskja ikki at geva kvinnum við barn ella í barnsburðarfarloyvi betur rættindi enn øðrum.
Javnstøðulógin sigur, at tað ikki er loyvt at gera mismun vegna kyn. Hetta tekur Føroya Arbeiðsgevarafelag undir við, og vit taka eisini undir við, at kvinnur ikki skulu vera fyri mismuni, tí tær eru við barn ella í barnsburðarfarloyvi. Tað eigur tó at vera púra greitt, at ein kvinna við barn ella í barnsburðarfarloyvi er ikki friðhalgað í eini uppsagnarrundu.
Støðan er í løtuni hon, at arbeiðsgevarar eru bangnir fyri yvirhøvur at siga kvinnum í hesi støðu úr starvi. Orsøkin til hetta er, at teir eru bangnir fyri avleiðingunum av hesum. Og tað merkir í veruleikanum, at kvinnur við barn ella í barnsburðarfarloyvi hava betur rættindi enn onnur, sum kunnu verða uppsøgd í teirra stað.
Henda støða er ikki haldbar, og merkir í veruleikanum, at menn og kvinnur, sum ikki eru í barnsburðarfarloyvi ella við barn, eru fyri mismuni. Men hetta merkir kanska eisini, at arbeiðsgevarar er afturhaldandi við at seta kvinnur í starv, um tær ikki kunnu viðgerast eins og restin av starvsfólkunum, og hetta tænir helst ikki kvinnunum í longdini.
Flestu málini, sum hava verið fyri í Javnstøðunevndini, hava arbeiðsgevarar tapt, næstan uttan mun til, hvussu málið hevur vent. Arbeiðsgevarin skal lyfta próvbyrðuna, men eftir okkara meting er hon alt ov tung at lyfta. Tað hevur týdning, um javnstøðulógin og Javnstøðunevndin skulu flyta nakað framá, at tað verður farið eftir veruligum mismuni, og ikki bert blint verður hugt eftir, um kvinnan er við barn ella ikki.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya