Læknaváttanir og sjúkrameldingar eru ov stirvnar

21. februar. 2011 | Áskoðan

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur leingi verið av tí fatan, at skipanin við sjúkrameldingum og læknaváttanum, soleiðis sum vit kenna hana í dag, er ov stirvin. Skipanin hevur við sær, at hin sjúki verður sjúkrameldaður fulla tíð og skal heim, meðan arbeiðsgevarin knappliga stendur og manglar ein týdningarmiklan part av arbeiðsmegini.

Ofta hava bæði starvsfólk og arbeiðsgevari áhuga í at finna liðiligari loysnir, men í dag er í praksis sjálvdan nakar millumvegur.
Í londunum kring okkum er vanligt við meiri liðiligari skipanum, har arbeiðsgevarin kann krevja at fáa eina læknaváttan, sum nágreiniliga sigur, hvørjum slag av arbeiði, starvsfólkið er sjúkrameldað frá. Arbeiðsgevarin kann í samráð við starvsfólkið á henda hátt finna eitt starvsøki, sum passar til starvsfólkið, inntil tað er frískt aftur. Henda skipan er gagnlig bæði fyri arbeiðsgevara og starvsfólk, tí tað er ein sannroynd, at tá starvsfólk fyrst eru farin heilt av arbeiðsmarknaðinum, er trupult at koma inn aftur.
Í einum samfelagið har tað sum frá líður fara at mangla fólk at lyfta byrðuna á arbeiðsmarknaðinum, er tað eisini av alstórum týdningi, at allar skipanir byggja uppundir, at til ber at vera á arbeiðsmarknaðinum sum longst. Tí mælir Føroya Arbeiðsgevarafelag til, at politiski myndugleikin tekur henda trupulleikan við sjúkrameldingum í álvara, og fær sett í verk eina meira liðiliga skipan.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya