Fríggjadagin 1. apríl skipar kl. 14 skipar Vinnuhúsið fyri tiltaki um, hvussu tú mennir eina strategi fyri burðardygd í fyritøkuni. Talan er um tað fyrsta av fýra tiltøkum í ár, sum skulu geva fyritøkum íblástur og amboð til at arbeiða skipað við burðardygd í fyritøkuni.
Fríggjadagin 1. apríl kl. 14:30 verður tiltak í Vinnuhúsinum, har limafyritøkur fáa høvi at kunna seg um, hvussu man ger eina strategi fyri arbeiðið við burðardygd í einari fyritøku. Hugt verður eisini eftir ítøkiligum dømum sum íblástur.
Tað er Ana Holden-Peters sum fer at greiða frá. Ana er serfrøðingur í vinnuligari burðardygd, og hevur 14 ára arbeiðsroyndir við burðardygd innan ferðavinnu, bankavirksemi, handli og aling.
Tiltakið er ókeypis fyri limir í feløgunum í Vinnuhúsinum, men neyðugt er at boða frá luttøku í seinasta lagi týsdagin 22. mars við at senda ein teldupost til industry@industry.fo ella ringja 309900.
Niðanfyri sæst yvirlitið yvir tey fýra tiltøkini um burðardygd, sum verða í hesum árinum:
Fríggjadagur 1. apríl kl. 14:30-16:00– Strategi fyri burðardygd í fyritøkuni
Hetta tiltakið er serliga viðkomandi fyri tey fólk, sum hava ábyrgd av strategi og váðastýring í fyritøkuni.
Á tiltakinum verður greitt frá, hvussu tað verður arbeitt við burðardygd í einum vinnuligum høpi. Luttakararnir á skeiðnum læra, hvussu ein burðardygg ætlan verður ment, og hugt verður eftir ítøkiligum dømum sum íblástur til arbeiðið í fyritøkuni, sum luttakararnir starvast í.
Skeiðshaldari er Ana Holden-Peters.
Fríggjadagur 17. juni kl. 14:00-15:30– Handfaring av burturkasti
Hetta tiltakið er serliga viðkomandi fyri tey fólk í fyritøkuni, sum hava ábyrgd av rakstri, innkeypi og / ella burðardygd.
Á tiltakinum verður hugt eftir hvussu vit loysa avbjóðingarnar viðvíkjandi ovurnýtslu og manglandi stýring innan burturkasti. Við støði í búskaparligum ringrásum verður víst á møguleikar fyri at betra stýringina av burturkasti hjá føroyskum fyritøkum.
Skeiðshaldarar eru Ana Holden-Peters og Beinta Højgaard Thomsen, KOB.
Fríggjadagur 16. september – Veðurlagsbroytingar 14:00-15:30
Hetta tiltakið er serliga viðkomandi fyri tey fólk í fyritøkuni, sum hava ábyrgd av strategi og váðastýring í fyritøkuni.
Á tiltakinum verður farið um teir mest umráðandi váðarnar fyri fyritøkur í sambandi við útlát og veðurlagsbroytingar. Hugt verður eftir, hvørji umráðandi tiltøk fyritøkur kunnu seta í verk í dag.
Skeiðshaldarar eru Ana Holden-Peters og umboð fyri fyritøku, sum arbeiðir skipað við at minka um veðurlagsbroytingarnar hjá fyritøkuni.
Hósdagur 15. desember – Frágreiðingar um burðardygd 14:00-15:30
Hetta tiltakið er serliga viðkomandi fyri tey fólk í fyritøkuni, sum arbeiða við ársfrágreiðingum og øðrum frágreiðingum um gongdina í fyritøkuni, herundir burðardygd.
Á tiltakinum verður hugt eftir teimum týdningarmestu rákunum innan frágreiðingar um burðardygd í fyritøkum. Tað verður kunnað um leiðreglurnar, um hvussu best practice er innan frágreiðingar um vinnuliga burðardygd.
Skeiðshaldarar eru Ana Holden-Peters og Óli Joensen, Januar.