Lærdómur er lættur at bera – ella er hann?

31. august. 2009 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Hetta er heiti á fyrilestri, Páll Isholm fer at hava á Vinnudegnum 25. september.

Á Vinnudegnum 2009, sum verður um knappan mánaða, fer Páll Isholm, cand. mag. í norðurlendskum, samskifti og samfelagsfrøði, at halda ein fyrilestur undir heitinum “Lærdómur er lættur at bera – ella er hann?”

Í fyrilestrinum fer Páll á sín egna serliga hátt at koma inn á, hvørja støðu lærdómur hevur í føroyska samfelagnum, og kanska serliga hvussu føroyska vinnan og lærdómur virka saman.
Páll er leiðari á Føroya Handilsskúla á Kambsdali. Hann hevur eisini arbeitt sum teksthøvundur, verið fulltrúi innan almenna fyrisiting og eisini virka sum lærari. Afturat hesum størvum sínum hevur hann verið borgarstjóri og bygdarráðslimur í Gøtu kommunu og skrivari í Amnesty International.
Páll Isholm er millum annað eisini kendur frá sendingini Bart Út í útvarpinum, og tað verður helst serliga hesa síðuna av Páll, vit fara at síggja í Norðurlandahúsinum 25. september.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya