Lærupláss sum næsta stig

02. desember. 2019 | Tíðindi | Handverk og ídnaður

Aftur í ár skipa Føroya Handverksmeistarafelag og NámX fyri kunning um møguleikan at finna lærupláss.

Tá skúlaárið er liðugt í summar, skulu teir gott 170 næmingarnir á NámX í holt við sína næstu avbjóðing. NámX er komið fyri 10. flokk, har næmingar koma nógva staðni frá at royna ta spennandi breytaskipanina, sum Eysturskúlin bjóðar. Millum breytirnar eru fleiri, har eitt lærupláss er eitt náttúrligt næsta stig. Eitt nú umfatar Tøknibreytin bil, el og metal fakini, meðan Handverksbreytin mest arbeiðir við timbri.

Sum liður í at fyrireika næmingarnar at koma út á arbeiðsmarknaðin, hevur NámX ynskt at skipa fyri einum kunningartiltaki, har arbeiðsgevarar greiða frá, hvat skal til fyri at fáa eitt lærupláss. Tað er Føroya Handverksmeistarafelag, sum stendur fyri kunningini.

”Fyri okkum hevur tað stóran týdning at fáa kunningina út um hvussu ómetaliga spennandi tað er at fara í læru” sigur Magnus Magnussen, formaður í Føroya Handverksmeistarafelag. ”Tú fært eina útbúgving við sera góðum starvsmøguleikum”

Tiltakið verður í Eysturskúlanum mikudagin 11. desember.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya