Viðmerking frá Føroya Arbeiðsgevarafelag til Ólavsøkuuppskotið hjá landsstýrinum.
Meðan politisku leiðslurnar í londunum kring okkum vísa vegin við at betra um karmarnar fyri vinnuvirksemi við tí endamáli at varðveita arbeiðspláss, heldur man her hjá okkum ikki hetta vera skilagott og setur beint øvugta kós. Tað sær út til, at um landsins inntøkur ikki strekkja, so er tað so øgiliga einkult bara at leggja útreiðslurnar á vinnuna umvegis gjøld.
Hóast Føroya Arbeiðsgevarafelag metir, at neyðugt er at avmarka hallið á fíggjarlógini nakað, so er tað av alstórum týdningi, at tey tiltøk, sum verða sett í verk við hesum endamáli, eiga at vera stimbrandi heldur enn køvandi fyri virksemi í landinum.
Tíverri er tað, sum landsstýrið nú leggur upp til, í stóran mun júst køvandi fyri vinnuna. Føroya Arbeiðsgevarafelag saknar, at uppskotið ikki er meira víðskygt, og fílist harðliga á, at tað verður vinnan, sum skal bera meginpartin av teimum trupulleikum landskassin hevur í løtuni.
Seinastu tíðina eru alt fleiri gjøld løgd á vinnuna. Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur fyrr gjørt vart við hesa óhepnu gongd, men við Ólavsøkuuppskotinum heldur landsstýrið fram við higartil førda politikkinum. Tað tykist sum um, at politiska skipanin als ikki hevur fingið við, hvussu støðan í vinnuni er.
Aðalendamálið við hesum uppskotinum átti at verið at halda hjólini í gongd, og helst at fáa tey at rulla eitt sindur skjótari, enn tey gera nú.
Tá øll longu samtykt ella gjøgnumførd tiltøk verða hildin uttanfyri Ólavsøkuuppskotið, m.a. broytingin í ALS og leingingin av flogvøllinum á íalt 260 mió. kr., er uppskotið ikki ekspansivt, hóast tað kann tykjast so á pappírinum.
Tíverri sær út til, at endamálið hjá landsstýrinum einamest er at skapa eina betri javnvág á fíggjarlógini heldur enn at betra um karmarnar fyri vinnuligum virksemi og soleiðis tryggja arbeiðspláss.