Lættari at finna fakfólk

31. mai. 2010 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Við nýggju veitaraskránni hjá Vinnuhúsinum, er nú lættari at finna og fáa samband við handverksmeistarar, ið eru limir í Føroya Handverksmeistarafelag.

Í dag er nýggj veitaraskrá leysgivin á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum, industry.fo. Veitaraskráin er ætlað at vísa hvørjir meistarar eru limir í Føroya Handverksmeistarafelag og hvussu tú fært samband við teir við telefon ella telduposti.
Treytir fyri at gerast limur í Føroya Handverksmeistarafelag er at viðkomandi hevur útbúgving og sveinabræv á sínum fakøki. Hetta eigur at vera ein trygd fyri at kundin fær arbeiði gjørt til lítar av fakfólki.
Hevur tú ætlanir um bygging, umvæling, viðlíkahald ella annað, ið ein handverksmeistari lættliga tekur sær av, so finnur tú viðkomandi í veitaraskránni hjá Vinnuhúsinum.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya