Lættari at útflyta feskan fisk til Russlands

04. juli. 2011 | Tíðindi | Fiskivinna

Heilsufrøðïliga Starvsstovan hevur gjørt avtalu við donsku matvørumyndugleikarnar um at hava eftirlit við umlastingini av feskum fiski, sum skal til Russlands.

Frá 1. juli verður møguligt hjá føroysku fiskivinnuni at umlasta fisk í terminalunum hjá Faroe Ship í Århus og hjá Smyril Blue Water i Hirtsals undir eftirliti av embætisdjóralæknum hjá Fødevarestyrelsen.

Donsku embætisdjóralæknarnir hyggja eftir, segla og vátta, at umlastingin fylgir teimum russisku saniteru og veterineru reglunum fyri slíkt virksemi, og at vognarnir annars lúka evropeisku krøvini til slíkt tilfar.
Heilsufrøðiligu myndugleikarnir í Russlandi, vit og Fødevarestyrelsen hava samráðst um innihaldið í skipanini og fingið umlastingarcertifikatið góðkent av russisku myndugleikunum.
Vinnan - serliga alivinnan - hevur í ótolni bíða eftir hesum møguleikanum fyri umlasting í Danmark. Møguleikin gevur fiskivinnuni nógv betri atgongd til russiska marknaðin fyri feskar fiskavørur.
Høvuðsforðingin fyri útflutningi av feskum vørum úr Føroyum til Russlands hevur verið, at russiskir myndugleikar ikki góðkenna umlasting av vøruni í Danmark á veg úr Føroyum og til Russlands.
Russiski heilsufrøðiligi myndugleikin krevur, at fiskur, sum fer úr Føroyum til Russlands, skal seglast her í Føroyum og seglið má ikki brótast áður enn sendingin kemur til veterinerarnar á russiska markinum.
Hetta krav bar ikki til at halda um fiskurin skuldi umlastast í Danmark, og tískil var neyðugt at gera avtalu um, at danski heilsufrøðiligi myndugleikin - Fødevarestyrelsen - eygleiðir og seglar russisku vognarnar við umlastaða føroyska fiskinum.

Fyrstu sendingarnar við feskum laksi til Russlands, sum skal umlastast leygardagin í Danmark, eru farnar avstað.

Annað á breddanum

  1. Gleðilig jól og gott nýggjár

    Við tøkk fyri tað brátt farna árið, ynskir Føroya Arbeiðsgevarafelag øllum sínum limum og samstarvsfeløgum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár

    16. Desember. 2024 | Almenn tíðindi
    Jól
  2. Lærupláss: Ein spennandi og møguleikarík leið

    Í farnu viku skipaði Føroya Handverksmeistarafelag fyri einum afturvendandi kunnandi tiltaki fyri næmingum á NámX. Tiltakið, ið hevur til endamáls at vísa á týdningin av læruplássi sum næsta stig í yrkisleiðini, savnaði uml. 100 næmingar, ið fingu eitt spennandi innlit í, hvat krevst fyri at sleppa í læru.

    16. Desember. 2024
    20241211 102219
  3. Lógaruppskotið um Suðuroyartunnil ikki nóg búgvið at leggja fyri Løgtingið enn

    Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um, at politiska skipanin hevur tikið stig til at fyrireika eina langtíðarloysn fyri flutning til og úr Suðuroy. Lógaruppskotið er tó ikki nóg búgvið at leggja fyri Løgtingið enn

    16. Desember. 2024 | Almenn tíðindi
    Depositphotos 11083879 L