Lágar lønarhækkingar í Danmark

13. august. 2012 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Arbeiðsgevarar í Danmark hava verið afturhaldandi í teimum lokalu lønarsamráðingunum, sum hava verið eftir yvirskipaðu semjuna, sum fakfeløg og arbeiðsgevarar gjørdu í vár.

Nýggj tøl frá Dansk Industri vísa, at fyrstu úrslitini av lokalu lønarsamráðingunum í ídnaðinum merkja, at starvsfólk uppliva eina afturgongd í lønarhækkingunum í prosentum.
Til dømis eru lønarhækkingarnar hjá vanligum starvsmonnum lækkaðar úr 2,2 prosentum niður í 1,64 prosent. Á henda hátt uppliva flestu løntakarar, at reallønin lækkar. Hetta skrivar Børsen í dag.
Sambært Steen Nielsen, varastjóra í Dansk Industri, er orsøkin til lágu lønarhækkingarnar, at fyritøkurnar framvegis eru í kreppu.
-          Lágu lønarhækkingarnar, sum vit hava sæð undir kreppuni, halda fram í 2012, tí at fyritøkurnar framvegis hava tørv á at ansa eftir kostnaðarstøðinum og at tillaga tað. Kreppan og lønarstøðið her heima hava merkt, at kostnaðarstøðið er hækkað, sigur Steen Nielsen.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya