Lagnuløtu fyri skuldarkreppu í Evropa

11. apríl. 2011 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Kreppurakt ES-lond leita sær til ES við umbøn um neyðhjálp. Í síðstu viku bað Portugal, sum tað triðja landið í røðini, eftir Grikkaland og Írland, um neyðhjálp frá ES. Neyðarrópið frá Portugal hevur leingi verið væntað.

Eftir at stjórnin í Portugal hevur tikið tey tungu fetini og biðið ES um hjálp, eru tað ikki fleiri smá og veik eurolond eftir. Eftir stendur spurningurin um skuldarkreppan í Evropa er ávegis móti næsta veika liðnum í ketuni?
Serfrøðingar meta ikki, at Portugal er endin á skuldarkreppuni. Tað er marknaðarlogikkur at leita eftir næsta offrinum, tá ið ein koppar, og sambært marknaðareygleiðarum, so stendur nú tann størsti av teimum ringastu fyri skotum, og er tað Spania.
Væntandi fara fíggjarmarknaðirnir at fylgja støðuni í teimum sponsku bankunum neyvt. Órógv hevur verið um spanska bankakervið eftir brostna bústaðarbløðru. Um tað veit verri við í sponsku bankunum enn higartil hildið, so kann tað raka harðari nú, tá Spania er í brennideplinum.
Mett verður, at Spania er munandi meiri avgerandi enn tey trý smáu londini, sum higartil eru bjargaði, í og við at spanski búskapurin hevur meiri avgerandi týdning fyri euroøkið.


Kelda: Borsen.dk

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya