Kjakið um aling og burðardyggheit í mun til gagnnýtsluna av rávørunum til fóður, hevur fingið mikla umrøðu fyrr í ár. Alivinnan fekk nógvar atfinningar frá fjølmiðlum og umhvørvisfelagsskapum um hetta mál og tað vóru nógvar kenslur og uppáhald førd fram í hesum sambandi.
Norsk Fiskeoppdrett hevur tí gjørt eitt yvirlit yvir fakta, sum lýsa alivinnuna, og sum er ætlað til at fáa avlívað tær søgur, sum hava verið bornar fram og har niðurstøður eru gjørdar á skeivum grundarlagi. Tað sum dentur verður lagt á í hesum upplýsingartilfari, er nýtslan av rávørum í fóðri og í hvønn mun rávørurnar verða gagnnýttar. Hetta er gjørt fyri, at øll tey, sum fáast við aling kunnu fáa høvi til at sita við teimum somu røttu upplýsingum, tá spurningur verður settur við hetta. Onnur, sum hava áhuga fyri aling kunnu sjálvsagt eisini hava nyttu av hesum.
Plakatin er gjørd av blaðnum Norsk Fiskeopdrett og blaðið undirstrikar, at eingir sponsorar eru til hetta tiltakið og eingi áhugabólkar hava havt leiklut, tá hetta varð gjørt. Tey, sum halda blaðið hava fingið plakatina og um áhugi er fyri henni ber til at venda sær til blaðið. (Kelda: www.kyst.no)