Landsbankin slær seymin á høvdi

23. august. 2010 | Áskoðan

Seinasta frágreiðing Landsbankans sigur tað, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur víst á og ávarað ímóti. Almennu útreiðslurnar eru eksploderaðar, og nú verður rokningin send vinnuni.

Í seinastu frágreiðingini frá Landsbankanum verður víst á, at grundraksturin í landskassanum frá ár 2000 til 2010 er versnaður við 1.350 mió kr. Í sama tíðarskeiði eru inntøkurnar vaksnar við 660 mió. kr. Útreiðslurnar eru sostatt vaksnar heilar tvær milliardir.
Staðfestingin av, at almennu útreiðslurnar eru vaksnar við stórari ferð í Føroyum og við munandi størri ferð enn í grannalondunum, er sera ørkymlandi. Tíverri akkurát tað, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur víst á ferð aftaná ferð í sambandi við uppskot um tiltikna Ólavsøkupakkan og viðgerðina av fíggjarkørmunum fyrr í ár, har lagt verður upp til at leggja alt fleiri avgjøld á vinnuna. Hetta sýnist at verða einasti mátin landsstýrið sær ein møguleika at útvega inntøkur og sostatt eitt frægari úrslit á fíggjarlógini.
Politiski viljin til at gera átøk, sum kunnu minka um almennu útreiðslurnar er ikki til staðar. Tosað verður um reformar og sparingar í almenna rakstrinum, men hetta eru bert orð. Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at politiskar raðfestingar mangla.
Veruligir reformar skulu til, sum geva neyðugu rationaliseringina av almenna rakstrinum. Her verður m.a. hugsa um tað ótal av stovnum, sum eru, har fá fólk starvast. Hesir eiga at verða samanlagdir, og fíggjarorkan raðfest til tey økir, har tørvur er. Átøk eru neyðug, sum krevja umleggingar og politiskar semjur fyri at finna loysnir, sum hóska til okkara lítla land og fíggjarorku.
Grundað á tær útmeldingar, sum hava verið frá politisku skipanini seinastu tíðina og út frá tí, sum var lagt fram í sambandi við viðgerð av fíggjarkarminum fyri 2011, hevur vinnan tíverri ikki annað í væntu enn somu tilgongd, sum vit hava sæð seinnu árini. Rokningin fyri útreiðsluvøksturin verður sendur vinnuni.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya