1 (6)
Reiðarafelagið fyri Handilsskip

Landsstýrið eigur at seta í verk tilmælini fyri útbúgvingarnar fyri sjófólk

02. september. 2024 | Tíðindi | Shipping

Vinnan heitir á landsstýrismannin í útbúgvingarmálum, Djóna Nolsøe Joensen, um beinanvegin at fremja neyðugu broytingarnar í álitunum hjá arbeiðsbólkunum, sum varð handað landsstýrismanninum tann 22. august.

Reiðarafelagið fyri Handilsskip hevur í fleiri ár sóknast eftir fleiri aspirantum, fyri at tryggja neyðugu tilgongdina av sjófólki í framtíðini.

Reiðarafelagið fyri Handilsskip hevur eisini strongt á fyri at fáa ein styttri leist til at gerast fulltikin dekkari umborð á føroyskum handilsskipi, tí tað er í dag nærum ógjørligt at fáa fulltiknar dekkarar.

" Føroysk handilsskip hava í longri tíð mangla sjófólk, bæði yvirmanning og dekkarar. Tí er tað sera týdningarmikið, at landsstýrismaðurin tekur tilmælini í álvara og ger neyðugu broytingarnar fyri at tryggja, at vit í framtíðini hava nóg mikið av sjófólki at manna okkara handilsflota," sigur Jórun Gardar, ráðgevi og varastjóri í Vinnuhúsinum og umboðið fyri vinnuna í arbeiðsbólkunum.

Landsstýrismaðurin í útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, setti á heysti 2023 tveir arbeiðsbólkar at endurskoða aspirantskipanina og útbúgvingina fyri skipsatstøðingar. Fyri útbúgvingina fyri skipsatstøðing var endamálið at snikka saman ein styttri leist fyri sjófólk við royndum og endurskoða útbúgvingina, so tað ber at gerast fulltikin dekkari upp á styttri tíð. Fyri aspirantskipanina var endamálið at endurskoða skipanina sum heild fyri at betra um útbúgvingina. Nú er hetta arbeiðið liðugt, at tilmælini eru handað landsstýrismanninum.

Í sambandi við aspirantskipanina mælir arbeiðsbólkurin m.a. til:

  • at upptøkugrundarlagið verður breiðkað
  • at aspiranturin ger ein útbúgvingarsáttmála við eitt reiðarí
  • at aspiranturin fær eitt lønarískoyti, tá ið hann er umborð. Landskassin endurrindar reiðarínum, eins og onnur lond gera
  • greiðari mannagongdir fyri uppgávubýtið og ábyrgdarøkið

Les tilmælið “Endurskoðan av aspirantskipanini” her: https://landsstyri.cdn.fo/savn/xfeflx5x/endaligt-tilmaeli-aspirantskipanin-26-juni-2024.pdf?s=aT86pNdwWE1kDTa3Mj-HACFGhak

Í sambandi við útbúgvingina fyri skipsatstøðing mælir arbeiðsbólkurin m.a. til:

  • at verandi skipsatstøðisútbúgving verður skipað í modulir, har til ber at skila sundur dekkarapartin og motorpartin
  • at fyrstu lestrarmodulini skulu snúgva seg um fakliga innihaldið til dekkara soleiðis, at tað fer at bera til at avgreiða skúlapartin til dekkara eftir sløkum hálvum ári
  • at fólk við drúgvum royndum á sjónum skulu førleikametast og kunnu taka dekkarapartin í einum skúlamoduli, tvs. 3 mánaðir.

Reiðarafelagið fyri Handilsskip mælir harafturat til, at partur av skúlaskapinum kann skipast sum fjarlestur/sjálvlestur, upplæring umborð við útbúgvingarbók og at til ber at býta fakini upp í smærri eindir, ið kunnu takast yvir eitt nú fleiri heimatíðarskeið.

Les tilmælið “Broyingar í útbúgvingini sum skipsatstøðari” her: https://landsstyri.cdn.fo/savn/nx5f3lf4/tilmaeli-skipsatstoedara-25-juni-2024.pdf?s=1DkjfPB841oEitoQgsM4Gu4G_hw

Í arbeiðsbólkinum fyri útbúgvingini fyri skipsatstøðingar sótu: Brandur í Funningsstovu, Anly Sandberg Petersen, Rúni Arge Mortensen, Jan Højgaard, Jórun Gardar og Janus á Ryggi.


Á myndini eru: Brandur í Funningsstovu, Anly Sandberg Petersen, Rúni Arge Mortensen, Jan Højgaard, Djóni Nolsøe Joensen, Jórun Gardar og Janus á Ryggi.

Í arbeiðsbólkinum fyri aspirantskipanina sótu: Janus á Ryggi, Jón Helmsdal, Annfinnur Garðalíð, Jórun Gardar, Rúni A. Mortensen og Arnfinn Bech. 
Á myndini eru: Janus á Ryggi, Jón Helmsdal, Annfinnur Garðalíð, Djóni Nolsøe Joensen, Jórun Gardar, Rúni A. Mortensen.

Annað á breddanum

  1. Samlaða tøkan av alilaksi var 89,5 tús. tons í fjør

    Tøkan av alilaksi var uml. 89,5 tús. tons í kruvdari vekt í 2024. Hetta er umleið 11% meira enn í 2023, tá ið tøkan var umleið 80 tús. tons

    20. Januar. 2025 | Havbúnaður
    HBF
  2. Starvsfólkavøksturin í tí privata er steðgaður upp

    Seinastu 3 árini er starvsfólkatalið í tí privata nærum óbroytt. Í sama tíðarskeiði er starvsfólkatalið undir almennum ræði økt við útvið 1000 starvsfólkum

    20. Januar. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    24Jan18 PF9A1214
  3. Aliráðstevnan verður fríggjadagin 28. februar

    Set kross í kalendaran 28. februar, tá ið árliga Aliráðstevnan verður hildin á Hotel Føroyum

    13. Januar. 2025 | Havbúnaður
    Billede1