Føroyar hava nógv at bjóða sum ferðamannaland, tí rákið er, at fólk vilja ferðast í upprunakendum ferðamálum. Men karmarnir um ferðavinnuna mugu vera í lagi. Ógreiða politiska kósin seinastu árini hevur køvt framburðin, ið átti at verið í ferðavinnuni. Semja má skapast um langtíðarmál fyri vinnuna, heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag
Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at góðir møguleikar eru at vaksa um ferðavinnuna í Føroyum, so hon verður ein støðugt størri partur av búskapinum. Íkastið frá ferðavinnuni er longu stórt, og vinnan skapar arbeiði til nógvar hendur. Hon spjaðir inntøkur til ymsar vinnugreinar, skundar undir flutningin millum lond og innanoyggja og fjøltáttar gistingarmøguleikarnar í Føroyum.
Ferðavinnupolitikkurin hevur tó seinnu árini verið ógreiður, og hann hevur ikki skundað undir framburð í vinnuni. Heldur hevur hann køvt hann. Tørvur er á breiðari semju í løgtinginum um karmar og mál, ið kunnu skapa vøkstur og støðugleika í ferðavinnuni. Ferðavinnufelagið hevur staðfest, at útflutningsvirðið í flutnings- og ferðavinnuni árliga er um hálva milliard krónur.
Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at eitt hóskandi mál kundi verið at tvífaldað hetta útflutningsvirðið næstu 10 árini. Arbeiðsgevarafelagið heldur eisini, at tað almenna eigur at taka tøk til tess at fremja marknaðarføringina av Føroyum sum ferðamannaland. Hvør sær eru ferðavinnufyritøkurnar í landinum ov smáar at standa fyri hesum arbeiði, og tí má tað almenna ganga á odda.
Í dynamiska eind
Yvirskipaða politiska ábyrgdin fyri ferðavinnuøkinum í Føroyum eigur at liggja í einum komandi vinnumálaráði, sum umsitur øll vinnumál. Vinnumálaráðið eigur at hava eftirlit við, at ferðavinnupolitikkurin verður hildin, og marknaðarføring og menning av ferðavinnutænastum eiga at verða skipað í eina sjálvstøðuga dynamiska eind undir ráðnum.
Hendan dynamiska eindin skal í tøttum samstarvi við vinnuna standa fyri felags marknaðarføring av Føroyum og lutvíst eisini fíggja hana. Neyðugt er, at eindin fær frælsi at gera langtíðarætlanir og avtalur. Dømi um hetta síggjast bæði í Danmark og Íslandi, og Grønland hevur eina skipan, har Greenland Tourism arbeiðir við eini kendari fíggjarætlan yvir trý ár.
Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at tað sama eigur at verða gjørt í Føroyum. Felagið heldur eisini, at almenn gjøld og skipanir annars, sum virka køvandi fyri menningina av ferðavinnuni, eiga at verða avtikin, og at aðrar skipanir at menna vinnuna skulu setast í verk. Havast skal í huga, at langt er frá meginlandinum til Føroya, og fólkagrundarlagið at bera kostnaðin fyri ferðing er lítið.
Skal minkast um kostnað og prísir á ferðingini, ræður um at eggja til meiri ferðslu heldur enn at køva ferðahugin, og at avtaka avgjøldini er ein háttur til tess, heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Annað á breddanum
Gleðilig jól og gott nýggjár
Við tøkk fyri tað brátt farna árið, ynskir Føroya Arbeiðsgevarafelag øllum sínum limum og samstarvsfeløgum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár
16. Desember. 2024 | Almenn tíðindiLærupláss: Ein spennandi og møguleikarík leið
Í farnu viku skipaði Føroya Handverksmeistarafelag fyri einum afturvendandi kunnandi tiltaki fyri næmingum á NámX. Tiltakið, ið hevur til endamáls at vísa á týdningin av læruplássi sum næsta stig í yrkisleiðini, savnaði uml. 100 næmingar, ið fingu eitt spennandi innlit í, hvat krevst fyri at sleppa í læru.
16. Desember. 2024Lógaruppskotið um Suðuroyartunnil ikki nóg búgvið at leggja fyri Løgtingið enn
Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um, at politiska skipanin hevur tikið stig til at fyrireika eina langtíðarloysn fyri flutning til og úr Suðuroy. Lógaruppskotið er tó ikki nóg búgvið at leggja fyri Løgtingið enn
16. Desember. 2024 | Almenn tíðindi