Tað er av alstórum týdningi fyri eitt kjak um framtíðar støðu Føroya í mun til antin EFTA ella ES, at eitt grundarlag, sum objektivt lýsir viðurskiftini, verður gjørt. Heruppií ein lýsing av samfelagsligu, búskaparligu og umsitingarligu avleiðingunum. Hetta grundarlag er somuleiðis fortreytin fyri at fáa eitt politisk kjak, bygt á faktiska vitan.
Føroya Arbeiðsgevarafelag fer ikki í løtuni at leggja seg fast á, eftir hvørjum leisti hetta tættari samstarvið skal skipast, uttan at eitt neyðugt útgreiningararbeiði verður gjørt sum grundarlag undir eini støðutakan.
EFTA-londini hava handilssáttmálar við fleiri ymisk lond, sum eisini eru áhugaverd hjá føroyingum at fáa sáttmálar við. Spurningurin í hesum sambandi er, um Føroyar, um vit gerast limir, fáa atgongd til hesar sáttmálar, tvs um Føroyar av sær sjálvum gerast partur av hesum handilssáttmálum, um EFTA skal taka upp nýggjar samráðingar við øll londini, fyri at Føroyar kunnu gerast partur av hesum, ella um Føroyar skulu samráðast um allar sáttmálarnar av nýggjum?
Viðvíkjandi EBS so inniber EBS bæði limaskap í EFTA og samstundis eitt sera tætt tilknýti til ES. Viðvíkjandi EBS er tó greitt, at Føroyar ikki kunnu gerast partur av hesum samstarvi, sum nú er. Neyðugt er at fáa lýst, hvat fyrireikingararbeiði skal gerast, um Føroyar skulu kunna gerast partur av EBS, um Føroyar sum land er klárt at seta ES-lóggávu á innara marknaðinum í gildi í Føroyum, umframt hvat EBS-luttøka merkir umsitingarliga fyri Føroyar?
Um tað ikki ber til at gerast partur av EBS, hevur tað stóran týdning hjá vinnuni, at Føroyar undir øllum umstøðum gerast partur av teimum fýra frælsunum í ES og EBS-økinum annars. Í tí sambandi eigur at verða útgreinað, hvørt tað ber til hjá Føroyum á annan hátt at fáa avtalu við ES um tey fýra frælsini, og hvat ES í tí førinum hevði kravt afturfyri.
Fyri at fáa svara hesum spurningum og øðrum við, mælir Føroya Arbeiðsgevarafelag til, at ein bólkur verður settur, har umboð fyri tað almenna, vinnuna og serfrøðina annars eru umboðaði. Hesin bólkur skal hava til uppgávu at fáa útgreina nakrar av omanfyrinevndu spurningum og koma við eini ætlan fyri, hvørjir møguleikar eru fyri, at Føroyar kunnu fáa eitt tættari tilknýtið til EFTA ella ES, herundir eisini fíggjarligu avleiðingarnar. Hetta arbeiði kann síðan gerast faktuella grundarlagið undir einum komandi kjaki um evnið.
Annað á breddanum
Kjak: Eru ov nógv almenn starvsfólk, ella er privata vinnan ov veik?
Í nýggjasta partinum av poddvarpsrøðini Frí Mikrofon hjá Frihedsbrevet standa Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, og Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, hvør sínu megin í kjaki um vaksandi starvsfólkahópin í almenna geiranum
03. Februar. 2025Tryggja tær pláss til Aliráðstevnuna 2025
Nú kanst tú melda teg til árligu Aliráðstevnuna, har fólk í alivinnuni og onnur áhugað hittast til fyrilestrar og orðaskifti um havbúnað
03. Februar. 2025 | HavbúnaðurFøroya Arbeiðsgevarafelag og Finansforbundet handað krøv
Mikudagin 29. januar byrjaðu samráðingarnar um nýggjan sáttmála fyri starvsfólk í Føroya Banka, Trygd og Skyn
03. Februar. 2025 | Sáttmálasamráðingar