Leinkjan við á Jobmatch

16. desember. 2013 | Tíðindi | Almenn tíðindi

30. desember kl. 13:00 verður Jobmatch í hølunum hjá Østrøm á Skálatrøð. Jobmatch var fyrstu ferð í 2008, og undirtøkan hevur verið støðugt vaksandi hvørt ár. Í ár luttaka 32 fyritøkur og stovnar, og tey eru øll klár at hitta føroysk lesandi og onnur á staðnum.

Vinnuhúsið er í ár umboðað á Jobmatch. Vit verða við og vísa fram heimasíðu okkara leinkjan.fo. Endamálið við leinkjuni er at verða millumlið millum vinnuna og føroyingar undir útbúgving, fyri at skapa sambond, og at lesandi kunnu finna uppgávur at skriva um føroysk viðurskiftir.

Skráin til Jobmatch verður kunngjørd ein av komandi døgunum á www.jobmatch.fo.

Vit vóna at hitta fleiri av tykkum á Jobmatch 2013.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya