Leinkjan.fo – eitt hent amboð

17. februar. 2014 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Á sumri 2013 varð heimasíðan leinkjan.fo stovnað. Hetta er ein heimasíða, sum Vinnuhúsið eigur og rekur. Endamálið er at vera millumliðið millum vinnuna og føroysk lesandi, tá tað snýr seg um verkætlanir og samstarv.

Arbeitt verður við at fáa enn fleiri fyritøkur at skráseta verkætlanir, soleiðis at leinkjan.fo verður eitt natúrligt stað hjá lesandi at leita eftir avbjóðandi verkætlanum. Hetta gevur eisini føroysku vinnuni góðar møguleikar at fáa samband við framtíðar starvsfólk. Báðir partar kunnu nýta gagn av einum samstarvi, tí fyritøkan fær loyst eina serstaka uppgávu og tann lesandi fær nýtt innlit og royndir.

“Okkara royndir vísa, at bæði fyritøkur og lesandi fáa nakað burturúr, tá farið verður undir eitt samstarv so sum eina verkætlan. Vit vilja tí mæla fyritøkum til at brúka henda møguleika, ið leinkjan.fo gevur“, sigur Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum.

Um tín fyritøka hevur eina verkætlan, ið skal loysast ella eina uppgávu, sum ikki verður raðfest vegna manglandi tíð og/ella starvsfólk, kann leinkjan.fo vera ein góður møguleiki hjá tykkum at koma í samband við lesandi ið kunnu átaka sær hesa uppgávu.

Annað á breddanum

  1. Starv sum samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

    Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir einum samskiftisráðgeva til Vinnuhúsið

    25. November. 2024 | Almenn tíðindi
    Ráðgevi2
  2. Hátíðarhald og diplomhandan í ferðavinnu í Vinnuhúsinum

    Týsdagin í farnu viku fingu næmingar í íverksetanar- og ferðavinnubreytini á NámX handað prógv í Vinnuhúsinum

    25. November. 2024 | Ferðavinna
    Námx 2
  3. LX International á vitjan í Vinnuhúsinum

    Í farnu viku vóru umboð frá Suðurkoreansku fyritøkuni, LX International, í Føroyum og kunnaðu seg um Føroyar og føroyskt vinnulív. Serliga var áhugin stórur fyri føroyskum makreli og laksi.

    25. November. 2024 | Samhandil
    Depositphotos 442622378 L