Umframt at fyritøkur kunnu skráseta verkætlanir á leinkjan.fo ber eisini til at søkja eftir lesandi at koma í starvsvenjing. Tænastan á leinkjan.fo fevnir í dag um verkætlanir, samstarv og sum nakað nýtt nú eisini lestrarstørv. Sostatt kann leinkjan.fo verða millumlið millum fyritøkur og føroysk lesandi.
Endamálið við leinkjan.fo er at gera tað lætt hjá fyritøkum og lesandi at fáa samband og samstarva. Tænasturnar á heimasíðuni venda sær bæði móti fyritøkum og lesandi.
Fyritøkur kunnu:
- Skráseta verkætlan til lesandi at arbeiða við, sum part av útbúgvingini
- skráseta starvslýsing, um talan er um lestrarstarv
- fáa samband við føroysk lesandi
Lesandi kunnu:
- finna viðkomandi verkætlanir frá føroyska vinnulívinum
- søkja um at fáa ein mentor
- síggja lýsingar av lestrarstørvum
- fáa samband við fyritøkur
Heimasíðan kann verða staðið, har ein fyritøka fær samband við lesandi – og eisini øvugt.
Leinkjan.fo er eisini at finna á Facebook, og um ynski eru um meira kunning um tær tænastur, sum heimasíðan veitur, so ber til at seta seg í samband við Vinnuhúsið á teldupost leinkjan@industry.fo ella á telefon 309900.
Les meir um tænastur og møguleikar á leinkjan.fo her: