Leinkjan.fo knýtir fyritøku og lesandi saman

05. desember. 2016 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Vinnuhúsið eigur og umsitur leinkjan.fo, og endamálið við heimasíðuni er at skapa sambond millum fyritøkur og føroyingar undir útbúgving. Fyritøkur kunnu skráseta verkætlanir og lestrarstørv á leinkjan.fo og eisini ber til at síggja yvirlit av føroyskum lesandi innan ymisk virkisøki.

Hósdagin 29. desember verður Jobmatch 2016 í Norðurlandahúsinum. Vinnuhúsið luttekur á Jobmatch 2016 og fer at vísa á møguleikar hjá lesandi at fáa samband við fyritøkur á leinkjan.fo.

Jobmatch er eitt árligt tiltak, har fleiri føroysk lesandi og arbeiðssøkjandi luttaka og fregnast eftir at vita, hvat føroyskt vinnulív hevur at bjóða í mun til starv, starvsvenjing, uppgávur og onnur samstørv. Á Jobmatch fara starvsfólk í Vinnuhúsinum tí at greiða frá um leinkjan.fo. Jobmatch 2016 er eitt gott høvi hjá fyritøkum at skráseta lestrarstørv ella verkætlanir, tí tað er sannlíkt, at heimasíðan verður nógv vitja um hetta mundi.

Meira fæst at vita um leinkjan.fo við at seta seg í samband við Vinnuhúsið á telefon 309900 ella á teldupost leinkjan@industry.fo.

Les eisini tíðindini “Leinkjan er dagførd við nýggjum tænastum” 

Vitja leinkjan.fo her.

Annað á breddanum

  1. Starv sum samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

    Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir einum samskiftisráðgeva til Vinnuhúsið

    25. November. 2024 | Almenn tíðindi
    Ráðgevi2
  2. Hátíðarhald og diplomhandan í ferðavinnu í Vinnuhúsinum

    Týsdagin í farnu viku fingu næmingar í íverksetanar- og ferðavinnubreytini á NámX handað prógv í Vinnuhúsinum

    25. November. 2024 | Ferðavinna
    Námx 2
  3. LX International á vitjan í Vinnuhúsinum

    Í farnu viku vóru umboð frá Suðurkoreansku fyritøkuni, LX International, í Føroyum og kunnaðu seg um Føroyar og føroyskt vinnulív. Serliga var áhugin stórur fyri føroyskum makreli og laksi.

    25. November. 2024 | Samhandil
    Depositphotos 442622378 L