Felagið Samskifti hevur havt aðalfund. Øll nevndin stendur fyri vali á hvørjum árið. Hesaferð fór nevndin frá at vera tríggir til fýra limir.
Í nevndini í Samskifti sótu Lena L. Mohr, Niels Uni Dam, og Michael Koba. Tey tóku øll við afturvali. Á aðalfundinum varð borið fram av nevndini, at ynski var um at víðka um nevndina. Heitt var á Allan Dalsgarð um at stilla upp. Allan tók við vali.
Sostatt er nevndin nú mannað av: Lenu L. Mohr frá Sansum, Niels Una Dam frá Nudlavirkinum, Allan Dalsgarð frá Savna og Michael Koba frá Kovboy film.
Á fyrsta nevndarfund eftir aðalfundin skipaði nevndin seg eins og árið fyri við Lenu sum forkvinnu og Niels Una sum næstformanni.