Lena Mohr

07. oktober. 2016 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Hvat ger fyritøkan har tú ert stjóri/eigari?

Sansir hjálpa kundum við marknaðarføring og samskifti á øllum miðlum og arbeiða við virkissamleika, branding og marketing. Tað hevur týdning fyri okkum at skapa virði saman við kundum.

Hvar heldur fyritøkan til?

Í Tórshavn.

Nær varð hon stovnað?

1997

 

Hvussu nógv fólk arbeiða í fyritøkuni?

13

Vinnuligir karmar í Føroyum:

Hvussu eru umstøðurnar at reka vinnu í kommununi, har fyritøkan er?

Góðar.

Hvussu er atgongdin til fígging av virkseminum hjá fyritøkuni?

Góð.

Um tú skalt royna at spáa um framtíðina, hvar sært tú fyritøkuna um 5-10 ár?

Vit leggja áherðslu á støðugt at menna okkara førleikar, so vit framhaldandi kunnu veita bestu ráðgeving, marknaðarføring og samskifti. Hvar rákið er um 5 ella 10 ár er torført at spáa um, men vit eru í øllum førum í fremstu røð.

Persónligt:

Hvat er tað besta við at vera stjóri/eigari í tínari fyritøku?

At vit hava sera dugnalig og ágrýtin starvsfólk.

Hvussu nógvar tímar arbeiðir tú um vikuna?

Tað kann vera ymiskt, men í miðal umleið 50 tímar.

Hvør ert tú?

Mær dámar væl, at tingini eru í ordan og leggi dent á, at kundin skal halda tað vera spennandi og mennandi at arbeiða saman við okkum.

Spurningar um aktuell mál:

Hvat heldur tú kann verða gjørt fyri at vaksa um fólkatalið í Føroyum?

Gera tað meira spennandi og attraktivt fyri kvinnur at etablera seg í Føroyum.

Skulu vit hava fleiri kvinnur í partafelagsnevndir?

Sjálvsagt. Vit eru so fá og hava ikki ráð til, at 50 prosent av talentmassanum situr uttanfyri.

Um ja hvussu fáa vit tað?

Byrja vit við at fáa fleiri kvinnur í toppleiðslur, verða fleiri at velja ímillum til nevndir.


Vinnuhúsið varpar ljós á smáar og miðalstórar fyritøkur við at spyrja stjórar innan ymsar vinnugreinar, hvussu tað er at reka fyritøku í Føroyum og teirra gerandisdag.

Annað á breddanum

  1. Starv sum samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

    Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir einum samskiftisráðgeva til Vinnuhúsið

    25. November. 2024 | Almenn tíðindi
    Ráðgevi2
  2. Hátíðarhald og diplomhandan í ferðavinnu í Vinnuhúsinum

    Týsdagin í farnu viku fingu næmingar í íverksetanar- og ferðavinnubreytini á NámX handað prógv í Vinnuhúsinum

    25. November. 2024 | Ferðavinna
    Námx 2
  3. LX International á vitjan í Vinnuhúsinum

    Í farnu viku vóru umboð frá Suðurkoreansku fyritøkuni, LX International, í Føroyum og kunnaðu seg um Føroyar og føroyskt vinnulív. Serliga var áhugin stórur fyri føroyskum makreli og laksi.

    25. November. 2024 | Samhandil
    Depositphotos 442622378 L