Fróðskaparsetur Føroya Á Virkisvitjan 5

Lesandi á vinnuvitjan í Eysturoynni

16. september. 2024 | Tíðindi

Í farnu viku fingu lesandi á Fróðskaparsetrið Føroya innlit í virksemi hjá fyritøkum í Eysturoynni.

Vinnuhúsið, saman við Fróðskaparsetrið Føroya, skipaði í farnu viku fyri vinnuvitjanarferð í Eysturoynni. Endamálið við vitjanini er at skapa eitt betur samstarv millum vinnulívið og útbúgvingarverkið. Eitt gott samstarv er við til at tryggja at útbúgvingarskipanin er í tráð við tørvin hjá vinnuni og arbeiðsmarknaðinum, umframt at samstarv er við til at eggja til nýskapan, tá lesandi og vinnulív samstarva um at loysa veruligar avbjóðingar.

Á vinnuvitjanini hesa ferð gekk leiðin til GroAqua, KJ og Bakkafrost. Fyritøkurnar høvdu fyrilestur um virksemi og síðani varð farið runt at hyggja eftir virkseminum.



Annað á breddanum

  1. Nýtt undirvísingartilfar um burðardygd í byggivinnuni

    Føroya Handverksmeistarafelag fegnast um, at undirvísingartilfarið Skills4Reuse nú er tøkt á føroyskum

    10. Mars. 2025 | Handverk og ídnaður
    Fm Fyri Handverk
  2. Framløgurnar frá Aliráðstevnuni nú tøkar

    Framløgurnar frá Aliráðstevnuni, sum varð hildin í februar, eru nú tøkar á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum

    10. Mars. 2025 | Havbúnaður
    G1A4363
  3. Aðalfundur í Havnar Handverksmeistarafelag

    Týskvøldið 11. mars kl. 18 verður aðalfundur í Havnar Handverksmeistarafelag

    10. Mars. 2025 | Handverk og ídnaður
    8