Vinnuhusid 4

Limafundur í Føroya Arbeiðsgevarafelagi

05. februar. 2024 | Tíðindi

Hósdagin 8. februar kl. 14 verður limafundur í Føroya Arbeiðsgevarafelag í Vinnuhúsinum, Óðinshædd 7, har allir limir í felagnum eru vælkomnir.

Skráin fyri fundin er henda:

14.00 Jón Sigurdsson, nevndarformaður, bjóðar vælkomin.

14.05 Framløga um føroyska arbeiðsmarknaðin

Durita Tausen, Kári Holm Johannesen og Malan Johansen leggja fram um gongdina á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Hvussu er til- og frágongdin á arbeiðsmarknaðinum? Er eitt nýtt Exit Føroyar á veg, nú vit missa fimta hvønn í einum ungdómsárgangi av landinum? Og hvar skulu framtíðar starvsfólkini koma frá?

14.50 Kaffisteðgur

15.00 Framløga um virksemið hjá Føroya Arbeiðsgevarafelagi í fjør og um okkurt av tí, ið stendur fyri framman

15.20 Limirnir fáa høvi at siga sína hugsan og koma við sínum íkasti til arbeiðið í felagnum

15.45 Liðugt

Vit vóna at síggja nógv fólk, og at limirnir nýta hetta høvið at ávirka arbeiðið í Føroya Arbeiðsgevarafelagi.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya