Mynd Nevndin Í RGF Til Tíðindi

Limatiltak og ársaðalfundur í Ráðgevarafelagnum

17. mars. 2025 | Tíðindi

Setrið og ætlanin á Frælsinum eru til umrøðu, tá ið skipað verður fyri limatiltaki í Ráðgevarafelagnum

Týsdagin 18. mars kl. 14 bjóðar Ráðgevarafelagið til ársaðalfundur og limatak í Vinnuhúsinum. Til limatiltakið vera spennandi fyrilestrar um framtíðarætlanirnar fyri Fróðskaparsetur Føroya og ítøkiligu verkætlanunum, ið eru í gongd á Frælsinum.

Á skránni eru fyrilestrar við Martini Tvede Zachariasen, rektara á Fróðskaparsetur Føroya, Ingu Katrin Winther Næs, arkitekti hjá SNA og Ósbirni Jacobsen, arkitekti og partnara í Henning Larsen.

Martin greiðir frá um framtíðarætlanirnar hjá Setrinum, Inga Katrin leggur dent á heildarætlanina fyri Frælsið, og Ósbjørn Jacobsen greiðir frá um verkætlanina við felagsbygninginum.

Tiltakið endar við ársaðalfundi fyri limum felagsins, har millum annað roknskapur og val av nevndarlimum eru á skránni.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya