29. september verður Norðurlandahúsið aftur karmur um spennandi fyrilestrar og kjak á Vinnudegnum 2023.
Nú ber til hjá limum í Føroya Arbeiðsgevarafelag og undirfeløgum tess at melda seg til Vinnudagin. Limir, sum melda til áðrenn 5. september, fáa luttøkuna til ein serligan prís.
Tað er Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum skipar fyri Vinnudegnum, sum eins og undanfarin ár verður hildin í Norðurlandahúsinum. Veitslan verður hesaferð hildin í Reinsarínum og Perluni
Føroyskt vinnulív, politikarar og onnur áhugað fáa nú aftur møguleika at kunna seg um viðkomandi evni á Vinnudegnum og at hittast til gaman og álvara. Ársins Virki og Vinnuátakið verða sjálvsagt eisini kosin og heiðrað á ársins Vinnudegi.
At hoyra á Vinnudegnum 2023 verða:
Mia Wagner, vinnulívskvinna, miðstovnari av Nordic Female Founders, íleggjari og fyrrverandi løvinda í Løvens Hule.
Jon Andersen, fyrrverandi fótbóltsspælari, strategiskur stjóri og stovnari av STATE.
Shawn DuBravac, framtíðargranskari og hevur skrivað bestseljara hjá New York Times Digital Destiny og er stjóri í Avrio Institute,
Óli Kristian á Torkilsheyggi, stovnari og stjóri í Navia.
Eisini verður samrøða við Ólavur Ellefsen, íverkseti og ritbúnaðarverkfrøðingur, sum fer at práta um talgildu umskipanina og útbúgvingarmøguleikarnar í Føroyum.
Kostnaður
Kostnaðurin fyri tiltakið í Norðurlandahúsinum við veitslu er kr. 4.200 og fyri tiltakið í Norðurlandahúsinum kr. 3.000.
Limaavsláttur
Inntil 4. september á midnátt er avslátturin fyri limir 30%, so kostnaðurin sostatt er ávíkavist kr. 2.940 við veitslu og kr. 2.100 uttan.
Eftir 4. september verður avslátturin til limirnar 20%, so kostnaðurin er ávíkavist kr. 3.360 við veitslu og kr. 2.400 uttan.
Týsdagin 5. september verður opið fyri øllum at melda til Vinnudagin 2023.
Tilmeldingarfreistin er týsdagin 26. september 2023.
Melda teg til tíðindabræv okkara, so fært tú boð beinanvegin, vit kunna nærri um Vinnudagin 2023.