20. september verður Norðurlandahúsið aftur karmur um spennandi fyrilestrar og samrøður á Vinnudegnum 2024.
Nú ber til hjá limum í Føroya Arbeiðsgevarafelag og undirfeløgum tess at melda seg til Vinnudagin. Limir, sum melda til áðrenn 27. august, fáa luttøkuna til ein serligan prís. Mikudagin 27. august verður opið fyri øllum at melda.
Tað er Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum skipar fyri Vinnudegnum, sum eins og undanfarin ár verður hildin í Norðurlandahúsinum. Veitslan verður hesaferð hildin í høllini hjá Poul Michelsen heilsølu á Hoyvíksvegi 74 í Havn, sum til Vinnudagin verður umskapað til eitt serligt veitsluhøli.
Vinnulívsfólk og onnur við áhuga fyri vinnu fáa møguleika at kunna seg um aktuell evni, at netverka og hittast til sosiala samveru. Ársins Virki og Vinnuátakið verða sjálvsagt eisini kosin og heiðrað á ársins Vinnudegi.
At hoyra á Vinnudegnum 2024 verða at hoyra:
Alexander Bard er í Svøríki kendur sum kjakari, cyberfilosofur og sjónvarpsvertur. Sum røðari tekur hann spurningin um talgilding og tær avleiðingar, hon hevur á samfelagið. Alexander er eisini partur av teimum sermerktu poppbólkunum Army of Lovers og BWO, har hann er kendur fyri sín førleika at draga til sín uppmerksemi.
Soulaima Gourani úr Danmark, er íverkseti búsitandi í Kalifornia. Hon hevur búð í USA síðani 2016. Hon er viðurkendur røðari, vinnuráðgevi, rithøvundur, kjakari, og er harumframt stjóri og medstovnari í software fyritøkuni Happioh Software Inc, . Hon hevur havt lyklasessir í fyritøkum sum Mærsk Data, Microsoft og Hewlett-Packard. Harumframt er hon fyrrverandi TED Fellow mentor og limur í ráðgevandi nevndini hjá UN Women.
Sigríður Mogensen er stjóri í vinnu- og hugverksdeildini í Samtök Iðnaðarins í Íslandi. Sigríður er eisini nevndarforkvinna í Klak, Icelandic Startups og hevur sitið í ymiskum nevndum og stjórnum seinastu árini fyri Samtök Iðnaðarins. Sigríður hevur eisini sitið í stjórnini hjá Júpíter rekstrarfelag, verið í váðanevndini hjá stjórnini hjá Kviku, og hon er næstforkvinna í stjórnini hjá Gamma Capital Management
Eisini verður ein spennandi røð við styttri fyrilestrum undir heitinum “AI í verki”. Her fara Jaspur Højgaard, KT-leiðari í Føroya Tele, Terji Nielsen, menningarleiðari á SEV, Bárður D. Christiansen, arkitektur hjá MAP arkitektum, Arne Winthereig, fíggjarleiðari hjá Mowi og Suni Justinussen stjóri í GroAqua, at greiða frá hvussu tey nýta AI til at loysa uppgávur í fyritøkuni.
Tað verður Kjartan Hansen sum í ár fer at leiða dagin sum orðstýrari í Norðurlandahúsinum.
Týsdagin 27. august verður opið fyri øllum at melda til Vinnudagin 2024.
Tilmeldingarfreistin er týsdagin 17. september 2024.
Tilmelding fyri limir: