Síðst í september verður Norðurlandahúsið aftur karmur um spennandi fyrilestrar á Vinnudegnum 2018.
Aftur í ár fær føroyskt vinnulív, politikarar og onnur áhugað møguleika at hoyra spennandi fyrilestar um viðkomandi evni, samstundis sum vit eisini heiðra Ársins Virki og Ársins Átak.
Fyrilestrahaldararnir á Vinnudegnum 2018 verða:
Julio Zaguini, sum í fleiri ár hevur starvast í Silicon Valley sum stjóri í risafyritøkuni Google. Í dag er hann íleggjari og ráðgevi innan innovatión og teknologiska menning.
Heiða Gunnarsdóttir Nolsøe, stjóri í Dropbucket. Sum lesandi stovnaði Heiða, saman við Marie S. Berggreen, fyritøkuna Dropbucket, sum selur einnýtis ruskspannir, og Dropbucket hevur síðani vunnið prísir, bæði í Norðurlondum og í altjóða design kapping.
Jonne Hellgren, stjóri og ein av stovnarunum av RePack. RePack er skjótt vaksandi fyritøka, sum veitir burðardyggar endurnýtsluloysnir innan pakka- og flutningstilfar til e-handil. Fyritøkan fekk norðurlendsku umhvørvisvirðislønina í 2017.
Eisini verður spennandi røð við styttri fyrilestrum undir heitinum “Lopið ut í heim – royndirnar hjá føroyskum fyritøkum”. Her fara Árni Skaale, stjóri í LookNorth, Mariann Klein Ivansdóttir, stjóri í Royal Intercoiffure, Karin Visth, vínserfrøðingur á KOKS, og Guðrun Rógvadóttir, stjóri í Guðrun & Guðrun, greiða frá teirra royndum við at selja vørur sínar til heimsmarknaðin.
Nú ber til hjá limum í Føroya Arbeiðsgevarafelag og undirfeløgum tess at melda seg til Vinnudagin, sum í ár verður fríggjadagin 28. september. Limir, sum melda til áðrenn 3. september, fáa luttøkuna til ein serligan prís.
Mánadagin 3. september verður opið fyri øllum at melda til Vinnudagin 2018.
Tilmeldingarfreistin er mikudagin 26. september 2018.
Melda teg til tíðindabræv okkara, so fært tú boð beinanvegin, vit kunna nærri um Vinnudagin 2018.