Lítil optimisma millum norskar fyritøkur fyri 2014

02. desember. 2013 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Høga kostnaðarstøðið í Norra er orsøkin til, at norskar fyritøkur missa uppgávur til útlandið. Hetta er eisini galdandi fyri norsku oljuvinnuna.

Meðan tað sær ljósari út í Evropa, stúra norskar fyritøkur fyri komandi árinum. Vónirnar til vøkstur á heimamarknaðinum eru ikki stórar, sjálvt um útflutningsvinnan hevur styrkt kappingarføri orsaka av veikaru norsku krónuni. Metinarnar fyri 2014 eru neiligar.

Serliga eru tað fyritøkur, sum eru undirveitarar hjá oljuvinnuni, sum boða frá, at eftirspurningurin eftir tænstum er minni. “Hetta kemst uttan iva av høga kostnaðarstøðinum, sum er í Norra”, sigur Dag Aarnes frá NHO.

Eisini innan byggivinnuna meitir vinnan, at eftirspurningurin er fallandi.

Hagtøl frá 2013 vísa at norski búskapurin er steðgaður upp. Hetta sæst eisini á lægri eftirspurningi frá húsarhaldunum.

Norsku bankarnir hava økt rentumarginalin, sum ein avleiðing av øktum kapitalkrøvum og hetta hevur sjálvandi ávirka bæði húsarhaldini og vinnuliga eftirspurningin.

Kelda: NHO

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya