Lítla ávirkan á líkheitina at lækka marginalskattin

12. desember. 2011 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Um hægsti danski marginalskatturin á arbeiði varð lækkaður úr verandi 56 % til 42% hevði hetta havt lítla ávirkan á líkheitina í danska samfelagnum. Hetta vísir ein nýggj CEPOS-frágreiðing, sum varð almannakunngjørd fríggjadagin.

Danmark hevði tá farið frá at verið 3. mest javna landið í OECD til at verið 5. mest javna landið, á hædd við Svøríki. Um Danmark hevði sett í verk ein flatan marginalskatt upp á 40 % hevði Danmark verið 6. mest javna landið av teimum 34 OECD-londunum.
Orsøkin til, at ein lækking av marginalskattinum hevur so lítla ávirkan er, at inntøkumunurin millum lægstu og hægstu inntøkur áðrenn skatt er lutfalsliga lítil, og at tað eru lutfalsliga høgar inntøkuflytingar.
Ein kanning hjá Hagstovu Føroya staðfesti herfyri, at Føroyar er munandi javnari enn Danmark og onnur ES-lond, tá tað snýr seg um inntøkumunin millum rík og fátøk.
Leinkja til notatið hjá CEPOS: http://bit.ly/uRT7To

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya