Heldur enn at minka um framleiðslukapasitetin í Føroyum eiga vit at vaksa um hann, við at gera føroysku skattaskipanina meira kappingarføra.
Í samband við kjakið, hvørt føroyingar skulu arbeiða minni, var Løgmaður í miðlunum og segði, at tað var neyðugt at gera føroyska arbeiðsmarknaðin meira kappingarføran við at stytta um arbeiðsvikuna. Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur í fleiri umførum víst á, at arbeiðstíðin í Føroyum sum heild longu er kappingarfør við útheimin, um vit samanbera líka fyri líka.
Hóast loysnin sostatt var skeiv, var Løgmaður tó hóast alt á rættari kós, tí tað er umráðandi, at føroyski arbeiðsmarknaðurin er kappingarførur við arbeiðsmarknaðin hjá okkara kappingarneytum. Heldur enn at tosa um at minka framleiðslukapasitetin og harvið minka um føroyska búskapin, átti samgongan at sett sær fyri at vaksa um búskapin við at gera føroysku skattaskipanina meira kappingarføra. Ein kappingarfør skattaskipan eigur í høvuðsheitum at:
- Lækka skattin á lønarinntøku í Føroyum, serliga á lág- og miðalinntøkum.
- Javnseta skattingina av lønarinntøku, so tað ikki er munur á um tú forvinnur peningin í Føroyum ella uttanlands.
Í løtuni eggjar tað almenna løntakarum til at fara av landinum at arbeiða, og Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur fyrr víst á, at skattingin av uttanlandsinntøku eigur at verða javnsett við inntøku í Føroyum. Hetta er tó bert ein partur av loysnini. Líka umráðandi er tað, at lønarskatturin sum heild verður lækkaður, so tað er meira lokkandi at búseta seg í Føroyum og verða við til at byggja land.
Í talvuni niðanfyri eru roknidømi um munin á lønarinntøku í Føroyum og Noregi. Gev gætur, at munurin í summum førum kann verða uppaftur størri enn tað sum er nevnt í talvuni niðanfyri. Eitt nú er munur á skattinum alt eftir hvar í Noregi tú arbeiðir, og eisini ber í summum førum til at søkja um at sleppa frá at gjaldi á 8% til Folketrygd, um løntakarin býr í Føroyum og arbeiðir í Noregi. Talan er tá um eina munandi sparing í norska skattinum í mun til hesa talvuna, har gjald til Folketrygd er íroknað.
Talva 1: Munur á skatting av lønarinntøku hjá løntakara á landi í Føroyum og Noregi 2022. Eind: kr.
Mánaðarløn | 25.000 | 29.167 | 33.333 |
Noreg: Skattur+sosial gjøld1 | 5.502 | 6.919 | 8.336 |
Netto eftir í Noregi | 19.498 | 22.248 | 24.997 |
Føroyar: Skattur+sosial gjøld2 | 9.422 | 11.431 | 13.565 |
Netto eftir í Føroyum | 15.578 | 17.736 | 19.768 |
|
|
|
|
Munur | 3.920 | 4.512 | 5.229 |
1 Íroknað gjald til Folketrygd á 8%. Roknað er ikki við gjaldi til Heilsutrygd um talan t.d. er um løntakara sum býr í Føroyum og arbeiðir í Noregi.2 Sosial gjøld í Føroyum eru AMEG 3%, ALS 1%, Barsilsskipan 0,86% og Heilsutrygd 175 kr/mánaðin + 0,7% av skattskyldugu inntøkuni.