Viðmerking frá Handverksmeistarafelagnum: Tað snýr seg ikki bara um lønarlag, men eisini um skatt.
Dagur og Vika setti mánakvøldið fokus á trupulleikan, at alt fleiri handverkarar velja at arbeiða uttanlands, og á tankan hjá løgmanni um eitt limagjald til samfelagið. Í sendingini kom Kaj Leo H. Johannesen, løgmaður, við nøkrum margháttligum útsøgnum. Hann segði m.a., at handverkarafeløgini bara kunnu samráða seg til eina hægri løn, og at føroyskir arbeiðsgevarar bara kunnu gjalda sínum starvsfólkum eina “ordiliga” løn (orð løgmans), so skulu tey nokk koma aftur úr Noregi.
Tað er sera skuffandi fyri handverksvinnuna, bæði meistarar og handverkarar, at hoyra slíkar útsagnir í teirri støðu, sum vinnan er í. Tí fyri tað fyrsta ber ikki til bara at hækka lønina í óðum verki. Og fyri tað næsta hevur tann høgi føroyski lønarskatturin við sær, at føroyska tímalønin skal vera munandi hægri enn tann norska, um ein handverkari skal hava tað sama eftir við at arbeiða í Føroyum sum í Noregi. Tað er tí løgmaður sjálvur, sum má lata seg í arbeiðsklæðini og syrgja fyri, at ferð verður sett á skattanýskipanina og eina lækking í føroyska lønarskattinum.
Føroyska sáttmálalønin, sum fakfeløgini og arbeiðsgevarafeløgini samráða seg til, er ein minsta løn, har gongdin í sáttmálalønini fylgir gongdini í lønarlagnum sum heild. Tað stendur tó arbeiðsgevarunum frítt at gjalda eina hægri løn enn sáttmálalønina, og fleiri handverkmeistarar gjalda eisini eina hægri løn í einari roynd at halda uppá fólkini. Høgi føroyski lønarskatturin ger tað tó fullkomuliga ógjørligt hjá føroyskum arbeiðsgevarum at kappast við ta frammanundan hægri norsku lønina.
Føroysku handverkararnir, sum eru í Noregi vinna ofta eina tímaløn fyri skatt, sum liggur millum 225 og 250 krónur um tíman. Tað klára flestu føroyskir arbeiðsgevarar í verandi støðu ikki at gjalda sínum starvsfólkum. Um lønarskatturin í Føroyum hinvegin var líka lágur sum tann, sum føroyingar rinda í Noregi ella lægri, hevði tað sannlíkt eydnast at varðveitt ein munandi part av handverkarunum í Føroyum.
Tað ber ikki til hjá føroyskum arbeiðsgevarum at gjalda norskar lønir uttan so, at rokningarnar til kundarnar eisini fara at líkjast teimum norsku. Føroysku kundarnir eru neyvan til reiðar at gjalda hetta, heldur ikki tað almenna. Harafturat hevði tað verið drepandi fyri kappingarførið hjá vinnuni, um lønirnar hækkaðu so nógv, uttan at tað var grundað á eina hægri virðisskapan.
Vit eru í einari støðu, har handverkaralønirnar hjá einum av okkara nærmastu grannum , Noreg, eru millum tær hægstu í heiminum. Og tað er serliga orsakað av høgu virðisskapanini í oljuvinnuni, at tað yvirhøvur ber til. Tí ber ikki til at siga, at vit í Føroyum bara kunnu gjalda fólki tær somu lønirnar sum í Noregi. Hóast føroyska sáttmálalønin er hægri enn í fleiri grannalondum, klára vit enn ikki at skapa eitt virði, sum kann kappast við oljutjóðina Noreg.
Løgmaður eigur tí heldur at hyggja eftir, hvat tað almenna kann gera fyri at betra karmarnar hjá vinnuni. Uppá stutt sikt liggur loysnin helst í einum lægri lønarskatti og at betra um møguleikarnar at fáa útlendskar handverkarar til landið. Og tað eru viðurskifti, sum løgmaður og onnur í politisku skipanini fáa gjørt nakað við, so føroyskar fyritøkur ikki framhaldandi noyðast at siga arbeiði frá sær vegna vantandi arbeiðsmegi.
Føroyska lønarlagið kann ikki bara hækka, tí løgmaður sigur tað í Degi og Viku. Um hann veruliga ynskir tað, kann løgmaður saman við restini av samgonguni gera sítt til at betra um umstøðurnar at arbeiða í Føroyum, so tær ikki eru verri enn tær eru uttanlands.