Lønargjaldingar hækkaðar 2,1% í 2020

22. februar. 2021 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Í 2020 vórðu 10,3 mia. kr. útgoldnar í lønum í Føroyum. Hetta er 2,1% meira enn í 2019.

Sjálvt um lønargjaldingarnar i Føroyum eru vaksnar 2,1% seinasta árið, so er hetta lægsti vøkstur síðan 2013. Uttan iva, er orsøkin ávirkanin, sum korona hevur havt á lønargjaldingarnar.

Verður hugt eftir lønargjaldingum í teimum fýra vinnugreinabólkunum sæst at almenn tænasta hevur havt ein vøkstur á 4,7%, privatar tænastuvinnur ongan vøkstur, byggivinnan og onnur tilvirking ein vøkstur á 5,4% og fiski og tilfeingisvinna ein minking á 1,8% (kelda: hagstova.fo).

Hagtølini yvir talið á løntakarum fyri alt árið 2020, verða tøk seinni í vikuni.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya