Lofotprodukt AS ársins navn í norsku fiskivinnuni

06. januar. 2014 | Tíðindi | Fiskivinna

Fiskaren og Intrafish hava í felag valt Lofotprodukt AS sum Ársins Navn í norsku fiskivinnuni 2013. Stjórin í fyritøkuni, Sigvald Rist, luttók á Vinnudegnum í Føroyum í 2011, har hann greiddi frá um arbeiðið at venda gongdini í fyritøkuni, sum framleiðir fiskavørur.

Á Vinnudegnum greiddi hann m.a. frá, hvussu fyritøkan hevði broytt marknaðarføringina og sniðgivið innpakkingina av nýggjum. Eisini greiddi hann frá, at fyritøkan hevði lagt seg eftir treytaleyst at framleiða góðskuvørur. Hetta hevur havt við sær, at fyritøkan upp á 10 ár hevur økt søluna úr 50 mió kr. í 2012 upp í 273 mió kr. í 2013, og felagið hevur samstundis megnað at fáa svørt tøl á botnlinjuna. Eisini hevur fyritøkan megnað at skapt eitt brand í norska marknaðinum, sum fólk kenna aftur. Bæði við at gerast sjónligari á sølustøðunum og gjøgnum stór lýsingarátøk.

Sigvald Rist sigur við Fiskaren, at fyritøkan ætlar at halda áfram við marknaðarføringsátøkunum og fer harumframt at lansera nakrar nýggjar vørur á marknaðinum komandi árið. M.a. fer felagið at framleiða fiskasósir, sum hóska til tær ymisku fiskavørurnar, sum felagið framleiðir.

Heiðurin sum Ársins Navn er tann seinasta í einari røð av heiðursprógvum, sum fyritøkan hevur fingið seinastu árini. Frammanundan hevur Lofotprodukt AS m.a. fingið góðskuprísin hjá norska Fiskivinnustýrinum (2002), vunnið prísir fyri sniðgevingina (2009) og er av norska arbeiðsgevarafelagnum NHO valt sum Ársins Matvøruframleiðari (2013).

Kelda: Fiskaren

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya