§

Lógarásetta eftirlønargjaldið hækkaði tann 1. januar

06. januar. 2025 | Tíðindi | Arbeiðsmarknaður

Tann 1. januar 2025 fór lógarásetta eftirlønargjaldið úr 10% upp í 11% av allari A-inntøku og B-inntøku samanlagt.

Eftirløn í kollektivu sáttmálunum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag og undirferløgum tess eru tó omanfyri lógarásetta markið. Hetta merkir, at tá arbeiðsgevari rindar sáttmálaásetta eftirlønargjaldið er lógin uppfylt.

Eftirlønarlógin sigur, at persónur, sum ikki hevur nátt fólkapensjónsaldur, og sum hevur fulla skattskyldu til Føroyar, hevur skyldu til at spara saman til egna eftirløn.

Munur millum sáttmálaásetta eftirlønargjaldið og lógarásetta eftirlønargjaldið
Tað er ymiskt í kollektivu sáttmálunum um eftirløn verður roknað av lønini einans ella av allari A-inntøku (løn og frítíðarløn). Lógarásetta eftirlønin verður roknað av allari A-inntøku.

Arbeiðsgevarin rindar sáttmálaásettu eftirlønin til løntakar, ímeðan lógin ásetur, at arbeiðsgevarin skal flyta (ikki rinda) eftirløn til løntakara.

Tað eru eisini løntakarar, sum ikki eru fevndir av einum sáttmála millum fakfelag og arbeiðsgevarafelag. Her má arbeiðsgevarin tryggja, at lógarásetta eftirlønargjaldið verður roknað av løn og frítíðarløn, soleiðis at lógarkravið verður uppfylt.

Til ber at lesa meira um eftirløn á heimasíðu okkara her: Industry

Annað á breddanum

  1. Skilagott at stilla pensjónsaldurin

    Tað er neyðugt at stilla pensjónsaldurin í royndini at tryggja búskaparliga haldførið, men skipanin má ikki gloyma menniskjuni.

    31. Mars. 2025
    Pensjónsaldur
  2. Samskifti hevur aðalfund

    Hósdagin 3. apríl kl. 12:00 verður aðalfundur í felagnum

    31. Mars. 2025 | KT- og samskifti
    479956199 1170827671233774 7353576297619675991 N (1)
  3. Tollur tyngir útflutningsvinnuna

    Tollur er ikki bara eitt prosenttal. Hann er beinleiðis orsøk til, at føroyskar fyritøkur tapa milliónir og stríðast við ójavna kapping

    26. Mars. 2025
    Depositphotos 127678960 XL