Depositphotos 11083879 L

Lógaruppskotið um Suðuroyartunnil ikki nóg búgvið at leggja fyri Løgtingið enn

16. desember. 2024 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um, at politiska skipanin hevur tikið stig til at fyrireika eina langtíðarloysn fyri flutning til og úr Suðuroy. Lógaruppskotið er tó ikki nóg búgvið at leggja fyri Løgtingið enn

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur í hoyringssvarið til lógaruppskotið um nýggjan Suðuroyartunnil fegnast um, at politiska skipanin hevur tikið stig til at fyrireika eina langtíðarloysn fyri flutning til Suðuroyar.

Samstundis ger Føroya Arbeiðsgevarafelag vart við fleiri viðurskifti, sum hava við sær, at lógaruppskotið enn ikki er búgvið at leggja fyri Løgtingið. Í stuttum snýr tað seg um, at tað ikki er skilagott at taka avgerð um hesa verkætlan uttan nakað politiskt og samfelagsligt kjak um tað búskaparliga er ráðiligt at fara undir ætlanina, um alternativar loysnir, eitt nú um hvør linjuføring er tann besta, og hvussu vit fáa sum mest av samfelagsgagni burturúr íløguni.

Føroya Arbeiðsgevarafelag vísir millum annað á:

  • politiskar metingar eiga at verða gjørdar av alternativum loysnum/linjuføringum við atliti til samfelagsbúskaparligt úrslit, skipan av ferðsluni, umhvørvi og fagurfrøði.
  • tað má takast støðu til avleiddar verkætlanir áðrenn farið verður undir arbeiðið. Metingar um hesar kann eisini ávirka, hvør linjuføring er tann besta.
  • tað er ikki skilagott at byrja uppá tilkoyringarvegir og inntak til tunnilin, fyrr enn Løgtingið endaliga hevur samtykt at fara undir undirsjóvartunnilin.
  • kostnaðarmetingin av høvuðsverkætlanini og avleiddum verkætlanum eigur at vera nágreinað og góðskutryggjað. Talan er um størstu einstøku íløgu í Føroya søgu, og tá ein munur á 0,6-1 milliard er á kostnaðarmetingunum, eigur eitt arbeiði at verða gjørt til at meta neyvari um kostnaðin.
  • møgulig ávirkanin á kredittmeting landskassans eigur at verða lýst
  • tað eigur at verða tryggjað, at sum mest av samfelagsgagni fæst burturúr verkætlanini, eitt nú við at fáa meira varandi virði burturúr, og við at gera tað møguligt hjá føroyskum ráðgevum og arbeiðstakarum at bjóða uppá so stóran part av verkætlanini sum gjørligt.
  • tað eigur at verða nágreinað, hvussu ávirkanin á íløguætlan landsins verður.

Les alt hoyringssvarið her

Annað á breddanum

  1. Skilagott at stilla pensjónsaldurin

    Tað er neyðugt at stilla pensjónsaldurin í royndini at tryggja búskaparliga haldførið, men skipanin má ikki gloyma menniskjuni.

    31. Mars. 2025
    Pensjónsaldur
  2. Samskifti hevur aðalfund

    Hósdagin 3. apríl kl. 12:00 verður aðalfundur í felagnum

    31. Mars. 2025 | KT- og samskifti
    479956199 1170827671233774 7353576297619675991 N (1)
  3. Tollur tyngir útflutningsvinnuna

    Tollur er ikki bara eitt prosenttal. Hann er beinleiðis orsøk til, at føroyskar fyritøkur tapa milliónir og stríðast við ójavna kapping

    26. Mars. 2025
    Depositphotos 127678960 XL