Á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum er møguleiki at kunna seg um alt, sum verður sent feløgunum í Vinnuhúsinum til hoyringar.
Í nøkur ár eru øll lógaruppskot, kunngerðir v.m. løgd út á www.industry.fo, sum feløg í Vinnuhúsinum hava fingið til hoyringar. Hetta verður gjørt fyri, at tað skal bera til hjá vinnulívsfólki at kunna seg um, hvør vinnu-og arbeiðsmarknaðarlóggáva er ávegis. Um limir hava okkurt at viðmerkja til tað, sum er til hoyringar, ber til at seta seg í samband við feløgini í húsinum.
Somuleiðis eru allar viðmerkingar, sum feløgini í Vinnuhúsinum áður hava havt til lógarverkið, eisini tøkar á heimasíðuni.