Depositphotos 150289946 XL

Lokka við ókeypis faldarum

08. apríl. 2024 | Tíðindi | KT- og samskifti

Við jøvnum millumbilum hevur ein donsk fyritøka lokka føroyskar fyritøkur, við tilboði um, at fáa ein ókeypis faldara, ið tó als ikki er ókeypis. Nú fyritøkan aftur bjóðar hesa tænastu, er neyðugt hjá felagnum Samskifti at ávara, enn eina ferð.

Tí talan er ikki um ein ókeypis faldara, sum lovað. Útlendska fyritøkan, sum framleiðir faldaran, skal hava ein lista við tínum veitarum, sum so fáa tilboðið um at lýsa í tínum faldara, og sostatt gjalda fyri faldaran. Kostnaðurin er tí fleirfaldaður, tað ið hann hevði verið, um tú keypti tín egna faldara frá føroyskum veitara.

Sølufólkini hjá fyritøkuni seta seg síðani – í tínum navni – í samband við tínar undirveitarar. Í byrjanini er tónin vinaligur og eggjar til samstarv og stuðul. Eydnast tað ikki, so verður tónin hvassari. Dømir hava verið um, at veitarar eru hóttir, óbeinleiðis skrivliga og beinleiðis munnliga.

Í fleiri umførum hevur Samskifti víst á hendan trupulleikan, og vanliga hevur hetta steðga virkseminum hjá útlendsku sølufólkunum, men nú eru tey aftur at síggja á føroyska marknaðinum.

Nú søgan endurtekur seg, skal felagið aftur minna samstarvspartar sínar um ikki at lata seg lokka av slíkum tilboðum.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya