Lond forvinna pening uppá, at fólkið tekur útbúgving

20. februar. 2012 | Tíðindi | Útbúgving og gransking

Útbúgving er góð fyri statskassarnar, eisini tá hædd verður tikin fyri høgu útreiðslunum til útbúgvingarstuðul og undirvísing, vísir kanning hjá Arbejderbevægelsens Erhvervsråd.

Tað er góð forrætning at taka eina útbúgving, bæði fyri tann einstaka og fyri samfelagið, er niðurstøðan frá kanning hjá Arbejderbevægelsens Erhvervsråd. Vælstandurin økist, skattainntøkurnar økjast og færri útreiðslur til almannaveitingar, er avleiðingin av, at fólk fáa útbúgving. Tann einstaki fær somuleiðis eitt meira regluligt arbeiðslív og hægri inntøku.
Tann útbúgvingin, sum kastar mest av sær til samfelagið er læknaútbúgvingin. Fyri hvønn lækna, sum verður útbúgvin forvinnur samfelagið 14.8 mió. kr. Løgfrøði- og búskaparútbúgvingarnar geva somuleiðis eitt stórt avkast, sum liggur millum 11,8 og 12,9 mió. kr. Til samanberingar so kasta t.d. frisør- og kostmetologútbúgvingin minni enn eina mió. kr. av sær yvir eitt arbeiðslív, vísa tølini.
Cheføkonomur Mads Lundby Hansen frá Cepos heldur, at útrokningarnar frá Arbejderbevægelsens Erhvervsråd, eru eitt signal um at arbeiðast má miðvíst ímóti, at fleiri fáa sær útbúgving, og at tað eigur at gerast greitt fyri teimum ungu, hvør avleiðingin er av ikki at gera tað. Hetta er m.a. útlit fyri arbeiðsloysi og lágari løn.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya