Í morgin týsdagin 4. desember kl. 10.00 hevur Havstovan lutakast um innlatin fiskamerkir í Vinnuhúsinum.
Á hvørjum árið hevur Havstovan lutakast um 12.500 kr. millum fiskamerkir, sum eru innlatin til Havstovuna í árinum. Undanfarin ár hevur Havstovan havt tiltakið kring landið, m.a. á fiskavirkjum og hjá Fiskimannafelagnum.
Í ár verður tiltakið í Vinnuhúsinum 4. desember kl. 10.00.
Í sambandi við tiltakið greiður Petur Steingrund frá um merking av fiski.
Tiltakið er alment.